Home Renning Cecil, Kristina og Jósvein føroyameistarar

Cecil, Kristina og Jósvein føroyameistarar

by athletic

fmhalv2006-08

Hóskvøldið 11. mai varð skipað fyri f.m. í 1/2 Marathon í Havn, tað vóru 25
rennarir møttir upp. 22 menn og 3 kvinnur. Likindini vóru góð at renna, 5
m.s. av útnyrði og 5 hitastig.

Stórur spenningur varð undan kapplngini, um hvør fór at vinna kappingina hjá
monnum. Lagt varð upp til eina javna kapping millum Sigurð B. Justinussen og
Cecil Weihe. Cecil legði ógvuliga bragdliga út, og ongin av hinum fylgdu við
honum. Aftaná 5 km. var hann 20 sek. frammanfyri Sigurð, og hendan leiðslan
varð økt til 42 sek. tá 10 km. vóru runnir. Endin varð, at Cecil vann
kappingina við tíðini 1 t. 16 min. 52 sek., 58 sek. frammanfyri Sigurð. Á
einum tryggum 3. plássi kom Borgar Biskopstø á mál við tíðini 1 t. 20. min.
37 sek. Ein góðan min. frammanfyri Sam Vang.

Hjá kvinnunum sást beinanvegin, at Kristina Samuelsen fór at verða tann
drúgvasta, hon vann við tíðini 1 t. 48 min. 17 sek. Á 2. plássi kom Óluva
Zachariassen, og nr. 3 gjørdist Tina T. Tjørná.

Kappingin hjá veteran-monnum gjørdist ikki so spennandi sum væntað, Jósvein
Herup Olsen gjørdist tryggur vinnari við tíðini 1 t. 24 min. 20 sek. Pól
Sundskarð gjørdist nr. 2 við tíðini 1 t. 26 min. 34 sek., og á 3. plássi kom
Tummas Joensen á mál við tíðini 1 t. 28 min. 12 sek.

Øll úrslitini eru at finna her (pdf). Og myndir frá Henning Kørvel eru her.

0 comment
0

Related Articles