Tað var Dánjal Dahl Ljósheim, sum bleiv ársins mannfólk, tá hann vann Mannfólkarenningina, sum Hvirlan skipaði fyri úti í Vika. Tað var ikki so nógv at síggja til vandu vetrarrennararnar hendan dagin, men fitt av rennarum vóru tó savnaðir til startin og heilir 52 rennarar komu á mál.
Tað er meira sjáldsamt at síggja fleiri enn 50 mans renna tómhentar niðan frá Føroya Bjór.
Har sóust gamlir rennarar, triatletar, fótbóltsleikarar og dómarar, men eingin kundi gera nakað við Dánjal Dahl Ljósheim, sum vann ein tryggan sigur. Royndur sum hann eftir hondini er, byrjaði hann varliga, og setti ikki ferð á fyrr enn aðrir byrjaðu at møðast. Og tá var skjótt, at hann var langt fremstur. Eitt ivamál um, hvønn veg hann skuldi renna heim um gomlu argjabrúnna, gjørdi at nógv tíð fór til spillis, men tó uttan at spenningur kom í.
Dánjal var fyrstur í ánna og vísir vegin
Riðilin aftanfyri Dánjal bleiv við at hanga hampuliga væl saman. Dánjal var hálvan minutt fremstur á málinum, men síðan var bara hálvur minuttur afturat til sjeyndapláss. Á øðrum plássi kom Steffan Klein Poulsen, sum onkur kanska minnist frá onkrari gamlari rennikapping. Steffan vandi eitt skifti saman við Treysti. Á triðja plássi kom ungi triatleturin Magni J. Hansen. Hann hevur eisini verið til nógv rennitiltøk seinastu tíðina, og er ein spennandi ítróttarmaður at fylgja. Á fjórða plássi kom kenda renni-eftirnavnið Djurhuus. Hesuferð var tað stóribeiggi Marnar, Jørleif Djurhuus, sum við góðum spurti rann tvey pláss fram. Á fimta plássi var enn ein triatletur – hesuferð í eldra endanum. Seigi Andrass Joensen rann seg spakuliga fram gjøgnum feltið, og helt sætta mannin, sum var FÍF-formaðurin, aftanfyri við nøkrum sekundum. Á sjeynda plássi kom stríðsmaðurin Pauli Johannesen, sum plagdi at renna fyri Bragdið, men sum vit ikki hava sæð eina tíð. Og beint aftanfyri hann komu ikki færri enn tveir Hávarðar!
Fyrst yvir um djúpu ánna (Steffan og Magni)
Og síðan komu teir allir á málið. Ein fyri og annar eftir. Skitnir og móðir kastaðu teir seg á parkeringsplássið millum bilarnar hjá Wenzel og pylsuroykin av heitu grillini. Túrurin framvið Sandá, tvørturum Sandá og í Sandá oman í Sandágerð og niðanaftur, hevði tikið alla orkuna frá hesum monnunum, sum kortini tóktust sera væl nøgdir við avrikið.
Har var lítið veiggj eftir í monnum, tá teir komu á mál. Ein frankfurtara og eina biiip ella sodavatn kláraðu teir allir kortini – so ringt var tað heldur ikki
Liðkappingin gjørdist ómetaliga jøvn. Men besta liðið átti Bragdið, sum hevði rennararnar nummar 5, 6 og 12.
Tað var við eymk og fret, at eit væl blandað Bragdalið vann liðkappingina. F.v.: Andrass, Dávid og Hallur
Team Vanthamar stríddi seg til annaðpláss. F.v: Hávarð Vatnhamar, Hjalti Eliasen og Pauli Johannesen
Hvirluformaðurin Eyðun Jakobsen lesur vinnararnar upp. Hann var stak væl nøgdur við tiltakið
Grillgrammir menn hava ilt við at standa ímóti góðu frankfurtarunum
Leis meira um á heimasíðuni hjá HVIRLUNI
Øll úrslitini síggjast HER
Myndir hjá Hvirluni síggjast HER