Flaggdagin varð skipað fyri kapprenning í Trongisvági.
130 luttakarar úr allari oynni vóru møttir upp til tiltakið.
Veðrið helt sær, tað var turt, men kalt.
Ikki var neyðugt at renna allan teinin, tú kundi eins væl ganga strekkið, og mong nýttu hetta høvið. Aldurin á luttakarunum var úr 2 árum og upp til 68 ár, og fleiri barnavognar vóru at síggja í fylginum. Aftaná túrin fingu børnini saft og frukt, og tey vaksnu ein kaffimunn.
Úrslitini av kappingini vóru:
Børn 1. – 2. fl. og yngri 2,5 km:
Dreingir:
1: Rani Arnason, 11,56 min., Vági
2: Gutti Kristiansen, 13,12 min., —
3: Jon Villi Leo, 14,31 min., —
Gentur
1: Sólrún Kjærbo, 14,56 min., Sumba
2: Una Rósa Birgirsdóttir, 16,30 min., Vági
3: Brynhild Hofgaard, 18,37 min., Tvøroyri
4: Julia Mortensen, 18,54 min., —
Børn 3. – 4. og 5. fl:
Dreingir:
1: Dánjal Godtfred, 11,58 min., Vági
2: Teitur Mortensen, 12,34 min., —
3: Svenning Nielsen, 13,22 min., Nesi/Vági
Gentur:
1: Tóra Olsen, 13,19 min., Vági
2: Femja Fróðadóttir, 16,26 min., Trongisvágur
3: Marin Dimon, 17,36 min., —
Børn 6. – 7. fl. 4,8 km:
Dreingir:
1: Teitur Justinussen, Trongisvági
Gentur:
1: Noomi Mickelsen, Tvøroyri
2: Sólvá Rúnadóttir, —
Vaksin 15-44 ár:
Menn:
1: Allan Poulsen, 18,21 min., Tvøroyri
2: Hanus Mortensen, 21,19 min., Øravík
3: Søren Westergaard, Tvøroyri
Kvinnur:
1: Marin í Dali, Trongisvági
2: Karina Magnussen, Vági
3: Anna Rødgaard, Tvøroyri
Vaksin 45 ár og eldri:
Menn:
1: Jóan Petur Mortensen, Øravík
2: Niels Jacobsen, Fámjin
3: John Rødgaard, Tvøroyri
Kvinnur:
1: Conny Gunnarstein, Vági
2: Hjørdis Hjartadóttir, Tvøroyri
3: Benthe Poulsen og Randi Strøm, Tvøroyri
Tíverri vóru ikki allar tíðirnar komnar við hesuferð.
Fyriskipararnir vóru sera væl nøgdir við ta góðu undirtøku, ið tiltakið fekk. Blóðdonorfelagið í oynni og nýggja rennifelagið Hvistan stóðu fyri tiltakinum.