Home Renning FM 10 km

FM 10 km

by Sølvi Reinert Hansen

Meðan rennararnir hitaðu upp undan FM í 10 km í dag var veðrið av tí fagrasta, men beint áðrenn startin fór at regna, og tað helt á at regna undir allari kappingini.

Guttorm Sørensen úr Treysti gjørdist føroyameistari í opna bólkinum hjá monnum við tíðini 33,39 min. Nummar tvey og trý, Sam Vang og Regin Zachariasen úr Bragdinum, komu rættiliga javnir á mál.


Guttorm Sørensen á veg móti føroyameistaraheitinum á 10 km

Hjá kvinnum vann Fríðunn Steinberg út Treysti á Rannvu Djurholm úr Bragdinum og Karin Kirke Petersen, Treysti. Rannvá legði annars betri út.

Veteranbólkin fyri rennarar yvir 45 ár vann Regin Zachariasen, Bragdið, frammanfyri Absalon Hansen úr Bragdinum og Tummas Joensen, Treysti.

Eldra veteranbólkin fyri menn yvir 55 ár vann Krisjan Christiansen úr Bragdinum frammanfyri Harry Hansen úr Roysninum. 

Øll úrslitini eru her.

Og samlaða støðan í Grand Prix kappingini fyri vaksin er her

Myndir frá tltakinum eru at finna her og her

0 comment
0

Related Articles