Leygardagin skipaði Bragdið fyri fyrsta umfari av Vetrarkappingini í renning hjá FÍF.
Endamálið við Vetrarkappingini er at geva teimum, ið vanliga venja um veturin, nøkur tiltøk, ið tey kunju venja fram móti.
25 fólk tóku lut leygardagin. Startur og mál vóru í Gundadali. Tey ungu runnu 3,806 km, og tey vaksnu 11,418 km.
Bólkavinnarar gjørdust Bjørk Herup Olsen (Gentur), Jan Elmar Sørensen (Dreingir), Angelina Fuglø Sivertsen (Kvinnur), Sam Vang (Menn) og Regin Zachariasen (Veteranar).
Øll úrslitini eru at finna her (pdf). Og samlaða støðan er her (pdf).