Gutti og Valborg vunnu fyrsta umfar av TF Vetrarkappingini

Skrivað hevur

Fyrsta umfar av TF Vetrarkappingini var inni á Toftum í dag.

Tey vaksnu runnu teir 10,5 kilometrarnar Runt Agnið. Guttorm Sørensen úr Treysti legði best út hjá monnunum og helt leiðsluna á mál. Hann fekk tíðina 38,56 min. Nummar tvey gjørdist Súni Jacobsen úr Bragdinum við 39,33 min. Og nummar trý bleiv Álvur F. Christiansen úr Treysti við tíðini 40,33 min.; hann vann samstundis bólkin fyri mansunglingar.

Bólkin hjá veteranum vann Jósvein Herup Olsen úr Bragdinum við 41,24 min. frammanfyri Tummas Joensen úr Treysti (42,47 min.) og Óla Olsen úr Bragdinum (43,48 min.).

Hjá kvinnunum vann Valborg Heinesen úr Bragdinum við 45,44 min. Honn vann samstundis bólkin fyri kvinnuunglingar. Nummar tvey gjørdist Durita Djurholm úr Bragdinum við 53,53 min. Og nummar trý bleiv Susan Jacobsen úr Treysti við 57,29 min.

Børnini runnu 5 km. Hjá gentunum vann Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum við 19,26 min. Nummar tvey bleiv Rebekka Fuglø úr Treysti (20,40 min.) frammanfyri Rannvu Djurholm úr Bragdinum (20,43 min.)

Jan Elmar Sørensen úr Treysti vann hjá dreingjabólkin við 17,49 min. Nummar tvey gjørdist Robin Jønsson úr Roysninum við 18,18 min, og numar trý bleiv Hanus Mortensen úr Øravík við 18,46 min.

Úrslitini eru at finna her.(pdf)

Comments are closed.