Home Renning Í einum lopi niðan á Sornfelli

Í einum lopi niðan á Sornfelli

by Hallur Holm

Kanska eitt sindur yvirdrivið, men tað tóktist, sum leyp Marnar Djurhuus í einum lopið úr Kollafjarðardai niðan á Sornfelli, tá Bragdið leygardagin skipaði fyri 11. Top Run kappingini, ella fyrstu Bragdið Top Run, sum kappingin nú fer at eita. Hetta tí at Mjørkadals Ítróttarfelag saman við radarastøðini er farið í søguna. Renningin hevur tó verið so væl umtókt, at Bragdið heldur fram við fyriskipanini.

Men aftur til Marnar Djurhuus, sum rann Top Run á fyrsta sinni. Mundi hann fara at taka metið hjá Sigurði Justinussen? Og mundi Rigmor N. Arge fara at taka metið aftur, sum hon misti til Valborg Heinesen í fjør? Tað var uppfinnarin av Top Run, Henning Kørvel, sum skeyt renningina í gongd. Um hann rakti Marnar í dintilin, veit eg ikki. Í øllum førum varð hann sum skotin úr einari kanón, og legði seg eftir bert heilt lítlari løtu klárt á odda. Frástøðan vaks og vaks allan vegin. Ikki fyrr enn allarseinasta strekkið í mótvindinum niðan móti málinum byrjaði møði at síggjast á Marnari, men tá hevði hann longu gjørt sítt arbeiði til fulnar. Úrslitið varð, at hann næstan skar tveir heilar minuttir av metinum. Heilar seks minuttir var hann frammanfyri mr. Top Run, Sam Vang, sum hevur vunnið kappingina sjey ferðir. Regin Zachariasen plagar eisini at renna væl til Top Run, og aftur í ár megnaði hann at renna seg til eitt samlað triðja pláss.

Rigmor rann eisini væl, og hon helt nøkulunda ætlaðu ferðina. Tó gjørdu umstøðurnar móti endanum við nógvum mótvindi og regni, at metið ikki kom í hús. Hvirlan bleiv bæði nr. eitt og tvey hjá kvinnum, tí Birna Mohr Joensen rann seg á eitt flott silvurpláss. Hergerð Heldarskarð úr Bragdinum kom á mál sum nummar trý.

 

    
1. Marnar Djurhuus í stórformi leygardagin. 2. Ólavur Egholm stríðist við Sam Vang og Henry í reyðum. 3. Regin Zachariasen vísti styrki í brattanum. 4 +5 Birita og Beinta stríddu seg niðan, men høvdu kortini kreftir eftir til ein swing-om við formanninum leygarkvøldið 🙂

 

Úrslit menn opin bólkur
1 Marnar Djurhuus Treysti 00:43:04
2 Sam Vang Bragdið 00:49:04
3 Regin Zachariasen Bragdið 00:49:28
4 Ólavur Egholm Hvirlan 00:49:34
5 Henry Olsen Bragdið 00:50:48
6 John Egholm Hvirlan 00:51:32
7 Jónálvur Johannesen 00:52:22
8 Albert Johansen Frælsi 00:52:39
9 John Martin Andreasen 00:52:59
10 Uni Svabo Joensen Frælsi 00:53:48
11 Jens.R. Weihe Frælsi 00:54:04
12 Allan Dalsgarð Bragdið 00:54:07
13 Arnfinn Johannessen Roysnið 00:54:22
14 Henrik Kølleskov Bragdið 00:55:29
15 Regin Thomsen Roysnið 00:55:52
16 Kristmund Johannsen 00:56:02
17 Kári Simonsen Bragdið 00:56:10
18 Egil G. Olsen Roysnið 00:56:17
19 Per Kallsberg Bragdið 00:57:26
20 Terje Hansen Roysnið 00:57:27
21 Jan Matras Treysti 00:57:40
22 Arnfinnur Helmsdal Bragdið 00:57:50
23 Óla Jákup Kristoffersen Bragdið 00:57:56
24 Jákup á Rógvu Andreasen 00:58:34
25 Tummas Anthoniussen Treysti 00:58:36
26 Dánjal Petur Nielsen 00:58:48
27 Bartal Kass 00:58:51
28 Frank Hansen 00:58:58
29 Hermann Mortensen Bragdið 00:59:26
30 Sverri Mohr Edvinsson 00:59:36
31 Karl Marius Dahl Bragdið 01:00:31
32 Jan Jakobsen 01:01:12
33 Petur Eli Niclasen Frælsi 01:01:50
34 Heri O. Dam Bragdið 01:01:55
35 Kári Rasmussen Roysni 01:02:00
36 Rógvi Johansen Bragdið 01:02:02
37 Torkil á Steig 01:02:22
38 Birgir av Vollanum 01:02:34
39 Gunnar Simonsen Treysti 01:02:44
40 Hjalti Gunnarstein Bragdið 01:02:51
41 Sofus Poulsen Frælsi 01:05:12
42 Kári Sigvardsen 01:06:05
43 Jan Egholm Bragdið 01:07:33
44 Meinhard Eliasen 01:08:57
45 Bergur Andreasen 01:09:58
46 Frídrikur Bláhamar Bragdið 01:10:51
47 Jan Egil Kristiansen 01:13:19
48 Hans Birgir Hansen Bragdið 01:13:46
49 Regin Jóanesarson Bragdið 01:25:06
Úrslit menn 16 – 40 ár
1 Marnar Djurhuus Treysti 00:43:04
2 Ólavur Egholm Hvirlan 00:49:34
3 Jónálvur Johannesen 00:52:22
4 John Martin Andreasen 00:52:59
5 Regin ‘Gazella’ Thomsen Roysnið 00:55:52
6 Jákup á Rógvu Andreasen 00:58:34
7 Dánjal Petur Nielsen 00:58:48
8 Hermann Mortensen Bragdið 00:59:26
9 Rógvi Johansen Bragdið 01:02:02
10 Kári Sigvardsen 01:06:05
Úrslit   menn 41 +
1 Sam Vang Bragdið 00:49:04
2 Regin Zachariasen Bragdið 00:49:28
3 Henry Olsen Bragdið 00:50:48
4 John Egholm Hvirlan 00:51:32
5 Albert Johansen Frælsi 00:52:39
6 Uni Svabo Joensen Frælsi 00:53:48
7 Jens.R. Weihe Frælsi 00:54:04
8 Allan Dalsgarð Bragdið 00:54:07
9 Arnfinn Johannessen Roysnið 00:54:22
10 Henrik Kølleskov Bragdið 00:55:29
11 Kristmund Johannsen 00:56:02
12 Kári Simonsen Bragdið 00:56:10
13 Egil G. Olsen Roysnið 00:56:17
14 Per Kallsberg Bragdið 00:57:26
15 Terje Hansen Roysnið 00:57:27
16 Jan Matras Treysti 00:57:40
17 Arnfinnur Helmsdal Bragdið 00:57:50
18 Óla Jákup Kristoffersen Bragdið 00:57:56
19 Tummas Anthoniussen Treysti 00:58:36
20 Bartal Kass 00:58:51
21 Frank Hansen 00:58:58
22 Sverri Mohr Edvinsson 00:59:36
23 Karl Marius Dahl Bragdið 01:00:31
24 Jan Jakobsen 01:01:12
25 Petur Eli Niclasen Frælsi 01:01:50
26 Heri O. Dam Bragdið 01:01:55
27 Kári Rasmussen Roysni 01:02:00
28 Torkil á Steig 01:02:22
29 Birgir av Vollanum 01:02:34
30 Gunnar Simonsen Treysti 01:02:44
31 Hjalti Gunnarstein Bragdið 01:02:51
32 Sofus Poulsen Frælsi 01:05:12
33 Jan Egholm Bragdið 01:07:33
34 Meinhard Eliasen 01:08:57
35 Bergur Andreasen 01:09:58
36 Frídrikur Bláhamar Bragdið 01:10:51
37 Jan Egil Kristiansen 01:13:19
38 Hans Birgir Hansen Bragdið 01:13:46
39 Regin Jóanesarson Bragdið 01:25:06
Úrslit   kvinnur opin bólkur
1 Rigmor Napoleonsdóttur Arge Hvirlan 00:53:15
2 Birna Mohr Joensen Hvirlan 00:59:28
3 Hergerð Heldarskarð Bragdið 01:05:16
4 Anja Perdomo Jacobsen Bragdið 01:07:37
5 Anna Maria Seloy Bragdið 01:08:11
6 Joan Mouritsen Bragdið 01:08:39
7 Sheila Sigurdsdóttir 01:08:58
8 Karin Kirke Petersen Treysti 01:09:18
9 Maria Svabo Hansen Bragdið 01:09:30
10 Eydna Weihe Bragdið 01:09:41
11 Beinta Nygaard Bragdið 01:09:42
12 Birita Samuelsen Bragdið 01:11:10
13 Signa Joensen Bragdið 01:16:49
14 Eyðna Simonsen Bragdið 01:17:28
15 Claudia Bjarnastein Bragdið 01:18:02
16 Jóhanna Vang Bragdið 01:18:12
17 Heriet Djurhuus Bragdið 01:22:56
18 Jessie Hansen Bragdið 01:22:57
19 Róa Midjord Bragdið 01:28:22
Úrslit   kvinnur 16 – 40
1 Joan Mouritsen Bragdið 01:08:39
2 Sheila Sigurdsdóttir 01:08:58
3 Róa Midjord Bragdið 01:28:22
Úrslit   kvinnur 41 +
1 Rigmor Napoleonsdóttur Arge Hvirlan 00:53:15
2 Birna Mohr Joensen Hvirlan 00:59:28
3 Hergerð Heldarskarð Bragdið 01:05:16
4 Anja Perdomo Jacobsen Bragdið 01:07:37
5 Anna Maria Seloy Bragdið 01:08:11
6 Karin Kirke Petersen Treysti 01:09:18
7 Maria Svabo Hansen Bragdið 01:09:30
8 Eydna Weihe Bragdið 01:09:41
9 Beinta Nygaard Bragdið 01:09:42
10 Birita Samuelsen Bragdið 01:11:10
11 Signa Joensen Bragdið 01:16:49
12 Eyðna Simonsen Bragdið 01:17:28
13 Claudia Bjarnastein Bragdið 01:18:02
14 Jóhanna Vang Bragdið 01:18:12
15 Heriet Djurhuus Bragdið 01:22:56
16 Jessie Hansen Bragdið 01:22:57

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur 16.09.13 - 18:01

Lesið eisini frásøgn á heimasíðuni hjá Bragdinum

Úrslit og aðrar finessur eru eisini á hesari slóðini: http://app.lap.io/event/2013-top-run/results

Comments are closed.