Julian og Rebekka vunnu Ólavsøkuna

Skrivað hevur

27. juli var sum vant Ólavsøkurenning á skránni, og hetta hóskvøldið var veðrið av tí allarbesta við stilli og sól. Tað vóru ikki eins nógvir rennarar tilmeldaðir, sum vanligt, men ein rúgva av tilmeldingum á staðnum gjørdi at luttakaratalið var so nøkulunda. Talið av børnum í yngru flokkunum var heilt stórt.

Hjá monnunum gjørdist talan um kapping millum Julian Gregersen og Andrias Hansen. Á øðrum umfari fekk Julian hol, og sá út til at avgera tíðliga. Andrias treiskaðist tó, og Julian slapp ongantíð langt undan. Heldur var tað Andrias, sum hevði hug at minka viðhvørt, so spenningurin var varvðeittur til heilt móti endanum. Heilt spennandi bleiv tó ikki, og Julian vann aðru ólavsøku á rað.

Julian og Andrias ólavsøka 2017
Julian Gregersen fór tíðliga undan, men mátti arbeiða hart fyri at Andrias Hansenikki fangaði hann aftur (mynd: Bragdið/Absalon Hansen)

  1. Julian Gregersen, Treysti 16.48
  2. Andrias Hansen, Bragdið 16.53
  3. Eirikur Hansen, Bragdið 17.15
  4. Henry Olsen, Bragdið 17.17 (nr. 1 veteranar)
  5. Martin Gravesen, Bragdið 17.49 (nr. 2 veteranar)
  6. Gunnar Sivertsen, Treysti 18.13
  7. Sam Vang, Bragdið 18.37 (nr. 3 veteranar)
  8. Regin Mittún, Bragdið 18.39
  9. Uni Svabo Joensen, Frælsi 18.43
  10. Jónálvur Johannesen, 18.45

Eirikur Henry ólavsøka 2017
Eirikur Hansen og Henry Olsen høvdu eina sera spennandi kapping um triðja plássið. Tað gjørdist Eirikur, sum tók bronsuna (mynd: Bragdið/Absalon)

Hóast Rebekka Fuglø var favorittur at vinna kvinnukappingina, var sjálvandi spennandi at síggja, hvat tveir fyrrverandi stórrennarar megnaðu, eftir at tær hava verið burturi nøkur ár. Bæði Valborg Heinesen og Joan Bláfoss, sum báðar áður lættliga hava runnið 5 km undir 18 minuttir, hava verið burturi frá renningini vegna barsil.

Rebekka ólavsøka 2017
Sum ein rættur gentlemaður fór Sam Vang til síðis, so Rebekka Fuglø fekk alt tað plássið, sum ein sigursharri skal hava (mynd: Bragdið/Absalon)

 

Tað var tó unga Oddvør Josephsen, sum pressaði Rebekku mest fyrstu kilometrarnar. Men sum tíðin gekk, sást at Joan Bláfoss helst hevði timað sína renning betur, og spakuliga kom hon fram á og fram um Oddvør.  Eisini Valborg sá út til at hava timað renningina væl, og nærkaðis alsamt Oddvør, sum tó akkurát megnaði at halda Valborg á fjórðaplássinum.

  1. Rebekka Fuglø, Treysti 18.36
  2. Joan Bláfoss 19.18
  3. Oddvør Josephsen, Treysti 19.47
  4. Valborg Heinesen, Bragdið 19.51
  5. Beinta Hoydal, Bragdið 20.42 (nr. 1 veteranar)
  6. Hergerð Heldarskarð, Bragdið 20.55 (nr. 2 veteranar)
  7. Ann-Mari av Skarði, Bragdið 21.54
  8. Petra Weihe Mikkelsen, Roysnið 23.47
  9. Marita Hansen, Bragdið 23.52
  10. Heidi Jógvansdóttir, Bragdið 24.59

Joan og Valborg eru nú á veg í form aftur, og sera spennandi verður at síggja, um tær aftur fara at røkka tí nær støðinum, tær høvdu áður.

Bláfoss ólavsøka 2017 Valborg ólavsøka 2017
Eyðkendi stríðsviljin hjá Joan og eyðkenda smílið hjá Valborg. Nr. 2 og 4 blivu hesar mammurnar í dag, men har er nógv meira í væntu frá teimum báðum (myndir: Bragdið/Absalon)

Superveternar
1. Jens Weihe, Frælsi 19.53
2. Regin Mortensen, Hørsholm Rungsted Løbeklub 22.47
3. Robert Vilhelmsen, Bragdið 24.11

Øll úrslitini síggjast á hesi slóðini

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>