Home Renning Krista Nielsen føroyameistari í maraton

Krista Nielsen føroyameistari í maraton

by Hallur Holm

Lagt varð upp til tvídyst millum Kristu Nielsen og Ann Thomsen, tá FM-gullið í maratonrenning skuldi avgerast í Tórshavn Marathon, sum varð runnið leygardagin. Tað var tó svenska Lina Karlsson, sum tók leiðsluna, meðan teir báðir FM-biðlarnir fylgdust mesta partin av teininum. Ann fekk tó krampar at dragast við, og fekk tí ikki veruliga tikið dystin upp við Kristu, sum hinvegin helt javnt góða ferð allan vegin. So væl gekst, at hon eisini fekk svensku kvinnuna aftur, og soleiðis gjørdist Krista bæði føroyameistari og vinnari av Tórshavn Marathon.

Krista FM vinnari
Krista Nielsen hevur vant nógv seinastu árini, og leygardagin fekk hon løn fyri stríðið við at gerast føroyameistari í maratonrenning

Tíðin hjá Kristu gjørdist 3.32. , sum ikki er heilt so skjótt, sum hon rann á flata og skjótara teininum Hamborg herfyri. 40 sekund var hon undan svensku kvinnuni, og góðir fýra minuttir vóru síðani aftur til Ann Thomsen, sum stríddi seg gjøgnum seinastu kilometrarnar við krampum. Ann kann tó ugga seg við, at hon sjálv áður hevur vunnið FM í maraton.

Ikki heilt óvæntað eydnaðist Roysnarennaranum Astrid Joensen úr Fuglafirði at renna seg til FM-bronsu. Hon kom á mál við fínu tíðini 3.44.03 tímar.

FM-úrslitini í opna bólkinum og hjá kvinnuveteranunum sæst niðanfyri, og hevur neyvt somu raðfylgju í topp 5. Eingin superveteranur var við í kvinnukappingini.

Øll maratonúrslitini síggjast á hesi slóðini

 

Kvinnur opin bólkur
Nr. Tíð Navn Felag Føðiár
1 3.32.02 Krista Nielsen Bragdið 1965
2 3.36.16 Ann Thomsen Bragdið 1966
3 3.44.03 Astrid Joensen Roysnið 1967
4 3.57.39 Elisa Nielsen Bragdið 1965
5 4.02.40 Anja Perdomo Bragdið 1970
6 4.40.43 Asta Hubeck-Graudal Bragdið
Kvinnur veteranar
Nr. Tíð Navn Felag Føðiár
1 3.32.02 Krista Nielsen Bragdið 1965
2 3.36.16 Ann Thomsen Bragdið 1966
3 3.44.03 Astrid Joensen Roysnið 1967
4 3.57.39 Elisa Nielsen Bragdið 1965
5 4.02.40 Anja Perdomo Bragdið 1970
0 comment
0

Related Articles