Home BETRI Vetrarkappingin Lendis- og kavarenning

Lendis- og kavarenning

by Sølvi Reinert Hansen

38 rennarar luttóku í kappingini um Føroyameistaraheitið í lendisrenning í Hoydølum leygardagin. Kappingin var eisini 5 umfar í Betri vetrarkappingini, so kappast varð bæði um stig og heiðursmerki.

Tað kavaði bæði áðrenn og aftaná, men í stóran mun var turt, meðan runnið varð. Tað var kavið á allari rutuni, sum byrjaði á fløtuni við Studentaskúlan í Hoydølum, helt leiðina niðan á gøturnar í plantasjuni omanfyri skúlan, og síðani omanaftur á fløtuna. Børnini runnu tevy umfør og tey vaksnu 6 umfør.

Sí rutuna í hesum videobrotinum:

Hjá monnunum legði ein bólkur við trimum rennarum, Peter Jensen, Helga Winther Olsen og Hallur Holm, seg á odda, og hesir fingu eisini trý tey fremstu plássini. Peter vann, og Hallur megnaði í seinasta umfari at fara framvið Helga, soleiðis at Hallur vann silvur og Helgi bronsu. Hallur vann eisini veteranbólkin.

Mennirnir eftir fyrsta umfar. Peter fremst, síðani Helgi, og Hallur í baksýni.

Hjá kvinnunum varð størri spjaðing millum fremstu íðkararnar. Rebekka Fuglø Poulsen úr Treysti vann við 40,13 min., Maria Biskopstø, Treysti, gjørdist nummar tvey við 42,30 min. og Sara Vallin, Bragdið, gjørdist nummar trý við 43,18 min.

Rebekka fer um mállinjuna eftir fyrsta umfar, saman við Henry Olsen (nr. 2 supervet.) og Heina Gregersen (nr. 1 supervet.)

Øll úrslitini frá Betri VK5 / FM í Lendisrening eru at finna á hesi leinkjuni.
05.02.22 Betri VK5 / FM í Lendisrenning

Hóast kappingin var 5. umfar av Betri vetrarkappingini, eru bert 4 umfør runnin higartil, eftirsum eitt umfar seinasta heyst varð útsett. Tað umfari, VK2, verður runnið á Skála um tvær vikur, leygardagin 19. februar.

Tí er kappingin púra opin enn. Nakrar forskjótingar eru frá umfari til umfar, alt eftir hvørjir rennarar luttaka í einsta umfarinum.

Støðurnar í einstøku bólkunum eru at síggja niðanfyri.

0 comment
0

Related Articles