Home Renning Okkara flaggrøða

Okkara flaggrøða

by Hallur Holm

Tað hevur verið siður hjá Bragdinum, at Flaggdagsrenningin verður sett. Landsstýrismenn, borgarstjórar og onnur av hildið røðu og talt niður til startin. Í ár var tað ein av teimum heilt drúgvu í føroyskum frælsum ítrótti, sum var sloppin fram at mikrofonini. Niels Jákup Jakobsen var við til at endurstovna Bragdið, og var eisini ein av stigtakarunum til fyrstu Flaggdagsrenningina. Harafturat gjørdist hann eisini fyrsti vinnarin. Niels Jákup, sum herfyri fylti 50 ár, hevur verið nevndarlimur í Bragdinum øll árini inntil hann á seinasta aðalfundi tók seg aftur, og nú “bara” er vara.


Niels Jákup hevur roynst hollur liðleiðari til mangar oyggjaleikir. Her er hann aftur sloppin fram at einari mikrofon og fegnast saman við Bjørk um bronsumerkið, hon van í ½ maraton á Isle of Wight 2011.

Niels Jákup hevur eisini verið drúgvur í sersambandinum hjá okkum, og á aðalfundinum 18. apríl varð hann afturvaldur sum næstformaðurí FÍF fyri tvey ár. Í greinini um sjálva Flaggdagsrenningina her á síðuni, róði eg fram undir, at røðan, sum Niels Jákup bar fram undan startinum, skuldi fáa rúmd her. Niels Jákup hevur verið so beinasamur at senda mær orðini, sum eg gleðiliga deili við tykkum:

Góðu  rennarar, áskoðarar og hjálparfólk!

Tað er hugaligt at síggja allar hesar fúsu rennararnar vera klárar til start, nú tað fall mær í lut at seta 27. Flaggdagsrenningina, og í tí sambandi siga nøkur orð.

Seint í 1986 var Bragdið endurstovnað, og ætlanir vóru lagdar fyri hvørji tiltøk skipast skuldi fyri fram til Oyggjaleikirnir á Guernsey í september 1987.

Skipað var fyri renningum á Tvøroyri, á Toftum, í Saksunnardali og í Vágunum. Men fyrsta fyriskipaða renning hjá endurstovnaða felagnum varð Flaggdagsrenningin 1987.

Vit í táverandi nevndini vóru ikki sørt spent um hvussu tað mundi fara at ganga.

Mann nakar fara at tekna seg til renningina?

Hvussu fer hettar nýggja tiltakið at harmonisera við tað siðbundna Flaggdagshaldið, sum hevur verið á Vaglinum í mong harrans ár?

Hvussu við ferðsluni úti á rutuni o.s.fr.?

Eftir okkara meting var luttøkan góð, 39 luttakarar vóru møttir til start. Tað ljóðar ikki av nógvum í dag, men havast skal í huga, at motións-bylgan hevði ikki skolað inn yvir teir Føroysku klettarnar í 1987, og tað at renna var ikki vanligt tá, ja tað var meira at kalla ónormalt at renna runt á gøtunum í strammun buksum.

Hendan dagin í 1987 varð kappast í tveimum teinum 10,9 km. og 21 km. Tað var at taka í so rívan til, at velja ein so langan tein sum 10,9 km. Og so ein tein, sum var tvær ferðir so langur, sum tann í var í so langur.

Alt spældi tó  væl av, og var eg so heppin at gerast vinnari av tí styttru kappingini. Tí fari eg til allar tíðir, at verða tann fyrsti vinnarin av Flaggdagsrenningini.

Absalon, sum var tann betri rennarin, vann tann longra teinin, men tað bleiv í so leingi hjá myndamanninum at bíða eftir teimum, sum runnu tann longra teinin. Tí fekk eg alla uppmerksomheitina. Og stór forsíðu mynd av mær kom í bløðini. Mamma hevði klipt eina av teimum út og hongt hana á veggin . 

Yvirskriftin var ógvuliga poetisk – Hann rann og vann.

Vit í Bragdinum hava trúliga skipað fyri Flaggdagsrenningini øll hesi árini, og hevur hon ment seg til tað góða tiltak, ið vit eru vitni til í dag.

Flaggdagsrenningin hevur saman við øðrum tiltøkum verið eitt lokomotiv fyri frælsa ítróttinum í Føroyum. So við og við, sum fleiri og fleiri hava luttikið, er vorðið  greitt fyri myndugleikunum at góðir møguleikar liggja í frælsa ítróttinum.

Havnar Kommuna sum einmalt samtyktið verkætlanina  fyri Tórsbreyt á sinni, er eitt gott dømi um tað, og eiga tey stóra tøkk uppiborna fyri sín jaliga hugburð til frælsa ítróttin.

Í dag 26 ár aftaná fyrstu Flagdaggsrenningina kann ein staðfesta, at nógv er broytt. Frá at vera  ein ítróttur, sum so at siga ikki var til í Føroyum mitt í 80’inum, hevur frælsur ítróttur ment seg til at verða ein av størui ítróttargreinunum í Føroyum, og í dag verður tað kappast í øllum greinum innan frælsan ítrótt.

Nógv av tykkum í her standa spent og bíða eftir startinum, hava sett tykkum okkurt mál við 27. Flaggdagsrenningini.

Nøkur vilja renna teinin skjótari enn í fjør.

Onkur vil verða frammanfyri konuna.

Onkur kona vil verða aftanfyri mannin, fyri at sleppa undan at hoyra um, hvussu ótrúliga illa skaddur hann var hendan dagin.

Onkur ætlar sær bara, at fáa sær ein hugnaligan rennitúr, og tað liggur ræði fyri millum øll hesi hampafólkini.

Tað at renna kapp er ógvuliga einkult, men hart. Tí kann eg siga tykkum, at tað eri bara tvey vigtig ting, ein rennari skal minnast til.

Nr. 1 – Minst til at tú er bara eitt menniskja, set tær tí ikki ómenniskjalig krøv.

Nr. 2 – Minst til at kappingarneytin hjá tær, er ikki meira enn eitt menniskja, tí er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn hann knekkar og lovar tær frammum.

Nú fara vit at gera klárt til niðurteljingina. Takk fyri at tit lurtaðu, og góðan túr.

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur 03.05.13 - 22:51

Stugg, greitt, jarðbundið (down to earth) og skemtiligt – soleiðis skal tað vera!

Havi skrivað okkurt í klombrum, so tey ungu eisini skulu skilja. 🙂

Comments are closed.