Home Renning Ólavsøkurenningin – úrslit og myndir

Ólavsøkurenningin – úrslit og myndir

by Hallur Holm

Nú er nakad frálidid sídani ólavsøkan og vid henni ólavsøkurenningin fór aftur um. Enn einaferd megnadi Bragdid at gera ólavsøkurenningina til nakad heilt serstakt. Sjálvur renniteinurin á Skálatrød og úti undir Bakka er ikki nakar rasarabani, men hetta vita rennararnir, sum heldur royna at njóta løtuna saman vid mongu áskodarunum.


Ikki av størstu ólavsøkufeltum, men nógvir sterkir rennarar

Renningin í ár gjørdist sera spennandi. Rúni Seloy, Julian Gregesen og vinnarin á flaggdegnum Signar Røsvik brutu seg skjótt leysar, og tad var millum hesar tríggjar, at strídid skuldi standa. Teir fylgdust fyrsta av teimum fimm umførunum vid Signari dragandi. Annad og tridja umfarid sá út til at Rúni vildi sleppa undan, men á fjórda umfarinum vísti Signar sín mátt og økti ferdina so mikid, at hinir máttu sleppa. Julian royndi at treiskast nakad leingi, og slapp tí leysur frá Rúna. Men Signar setti enn meira ferd á seinasta umfari og vann ein vakran og tryggan sigur vid tídini 16.36 min.


Rúni Seloy á odda, men Signar Røsvik hevur tamarhald á støduni. Tridjur er Julian Gregersen

Rúni ernadist rættiliga væl á seinasta umfarinum, men tad eydnadist kortini Julian at halda hann aftanfyri. Teir komu bádir undir 17 minuttir á fyrsta sinni. Kappingin um næstu plássini var eisini hørd. Heilir sjey rennarar lógu millum 17 og 18 minuttir, og her var tad Eirikur Hansen sum vid tveimum sterkum umførum móti endanum akkurát náddi at stinga seg fram um Henry á fimta plássi. Henry kundi tó ugga seg vid at gerast vinnnari av veteranbólkinum.


Signar Røsvik, 41 ár, rennur lættari enn nakar unglingi. Men munnu teir yngru ikki ætla sær gullid næsta ár? Julian og Rúni er evnaríkir og renna lættliga undir 16 min, um tad er tad teir ynskja.

Hjá kvinnunum sá eisini út til, at vit fóru at fáa eina spennandi kapping. Bjørk var nokk favorittur, men vid stórforminum hjá Rebekku og vid hennar góda úrsliti á nordoyastevnu, kundi hon saktans geva Bjørk góda mótstødu, og at hetta eisini var ætlanin, kom týdiliga til sjóndar longu frá byrjan. Hon legdist strax í ryggin á Bjørk. Men Bjørk hevdi ein av sínum heilt gódu døgum, og rann sína bestu ólavsøkutíd nakrantíd. Soleidis megnadi Rebekka bert at fylgja vid fyrstu tvey umførini og Bjørk vann at enda trygt. Rebekka vann silvurmerki men danska Anne Havbo kom henni rættiliga nær móti endanum, tá bert 13 sekund vóru teirra millum. Á fjórda plássi kom veteranvinnarin Borgarhjørt Holm.


Bjørk á odda vid Rebekku andandi í nakkan. Jonhard Larsen og Guttorm Sørensen fylgja spentir vid. Í svørtum er tad Jóhan Petur Petersen, spennandi nýtt navn.


Gott at síggja Bjørk ovast á skamlinum aftur. Rebekka og Anne runnu eisini sínar skjótastu ólavsøkutídir.

Fleiri myndir undir úrslitunum. Farid annars á heimasíduna hjá Bragdinum www.bragdid.fo Har eru úrslitini úr Lapio, og har ber til at síggja tídina fyri hvørt umfarid og í øllum bólkunum. Har er eisini slód til gódar myndir, sum Einar og Torvør Vang hava tikid. Myndirnar í hesi greinini eigur Treysti. Ingun Sørensen hevur knipsad. Nógv fleiri myndir eru á picasaweb hjá treysti.fo

Úrslit menn
Nr. Navn Felag Ár Tíd
1 Signar Røsvik Bragdið 1974 16:34
2 Julian Gregersen Treysti 1998 16:55
3 Rúni Seloy Bragdið 1994 16:58
4 Eirikur Hansen Bragdið 1980 17:23
5 Henry Olsen Bragdið 1964 17:25
6 Jón Gregersen Frælsi 1988 17:32
7 Thomas Mildahl 1985 17:37
8 Andreas Hansen Bragdið 1982 17:41
9 Jan Elmar Sørensen Treysti 1991 17:41
10 Hallur Holm Bragdið 1967 17:50
11 Niels Poulsen Bragdið 1972 18:16
12 Guttorm Sørensen Treysti 1968 18:23
13 Jannick Hjaltalin 1991 18:23
14 Uni Joensen 1969 18:33
15 Regin Áki Hansen Bragdið 1970 18:40
16 Súni Lamhauge 1968 18:44
17 Jóhan Petur Petersen Roysnið 1992 18:47
18 Rógvi Johansen Bragdið 1997 18:54
19 Gunnar Eihilt Sivertsen Treysti 1999 19:01
20 Jonhard Larsen Treysti 1966 19:04
21 Tummas Ennistein 1975 19:06
22 Steingrím Hallson Bragdið 1997 19:21
23 Regin Thomsen Roysnið 1976 19:29
24 Jens R. Weihe Frælsi 1947 19:30
25 Robert Wadsworth Dragons Manchester 1982 19:35
26 Andrass Joensen Bragdið 1963 19:44
27 Teitur B. Jacobsen Bragdið 1997 19:52
28 Heini Gregersen Treysti 1964 19:57
29 Jósvein Herup Olsen Bragdið 1958 20:00
30 Hjalmar Sjóvará Bragdið 1966 20:24
31 Jóhan E. Simonsen Bragdið 1969 20:25
32 Elvar Wang Atlason 1998 20:39
33 Áki Leitisstein Hansen 1983 20:39
34 Christian Olsen Bragdið 1962 20:51
35 Jan Matras Treysti 1966 20:54
36 Páll Højgaard Vesturbú Hvirlan 1961 21:21
37 Herluf Hansen Bragdið 1973 21:30
38 Bent H. Jakobsen Bragdið 1958 21:55
39 Páll Horn 1983 21:59
40 Thomas Østermark Jensen 1992 22:01
41 Jákup Dahl Ljósheim Hvirlan 1998 22:03
42 Freddie Poulsen Bragdið 1971 22:05
43 Eyðun Eliasen 1970 22:11
44 Magnus Madsen 1983 22:15
45 Hannes Gislason 1965 22:18
46 Heini Harryson 1981 22:28
47 Terje Hansen Roysnið 1968 22:37
48 Dan Kruse Thomsen Bragdið 1970 22:44
49 Páll Holm Johannesen 1980 22:49
50 Dávid Michelsen 1979 23:07
51 Fríðrikur Bláhamar Bragdið 1965 23:14
52 Petur Eli Niclassen Frælsi 1968 23:21
53 Jóannes Ortind Bragdið 1951 23:24
54 Per Skodshøj Moberg 2000 23:42
55 Kaspar Bengtsson 1985 23:43
56 Heine Grønbæk 1971 23:44
57 Hanus Reinert 1973 24:00
58 Helgi Johannessen Roysnið 1967 24:07
59 Terje Michelsen 1983 24:13
60 Bergur Rønne Moberg 1965 24:31
61 Niels M Jacobsen Hvistan 1955 24:43
62 Kristin Rønne Olsen 1999 24:54
63 Robert Willemsen Bragdið 1951 25:05
64 Peter Rosengreen 1969 25:06
65 Kristin Kristiansen 1980 25:26
66 Krisjan Christiansen Bragdið 1952 25:26
67 Uni Kárason Petersen 1965 25:46
68 Matthias Christensen 1999 26:10
69 Bjarni Joensen 1964 27:32
70 Jesper Aarup 1976 27:50
71 Peter Petersen Frederiksberg AK 1960 31:10
72 Regin Jóanesarson Bragdið 1945 31:57
73 Jørgen V. Andersen 1954 32:09
74 Kári Johansen 1971 33:11
75 Gunnar Simonsen Treysti 1952 DNF
76 Scot Christensen 1969 DNF
77 James Godwin 1972 DNF
78 Mot Victor 1970 DNF
79 Bent Poulsen AK 93 1961 DNF
Nr. Navn Felag Ár Tíd
1 Bjørk Herup Olsen Bragdið 1991 18:13
2 Rebekka Fuglø Treysti 1993 19:03
3 Anne Havbo Frælsi 1989 19:16
4 Borgarhjørt Holm Bragdið 1966 20:13
5 Ann-Mari i av Skarði Bragdið 1974 22:14
6 Astrid Joensen Roysnið 1967 22:36
7 Gunn Sloan Müller Bragdið 1979 23:03
8 Anna Mira Liengård 1999 23:51
9 Ruth Smith 1990 23:53
10 Maj Aaberg 1982 24:01
11 Heidi Rosengren 1993 24:30
12 Anna Maria Seloy Bragdið 1964 24:57
13 Heidi Jógvansdóttir Bragdið 1972 25:04
14 Susan Rosengreen 1970 25:09
15 Bjørtfrid Stakksund 1983 25:12
16 Marita Av Steinum 1975 25:25
17 Katrina Johansen 1993 25:28
18 Bjørg Nielsen Bragdið 1974 25:29
19 Elsa H. Joensen 1973 25:31
20 Ingibjørg Christensen 1970 25:32
21 Rikke Jønsson 1966 25:33
22 Annika Jacobsen 1986 25:49
23 Marita Hansen Bragdið 1979 25:54
24 Sigrid Lassen 1982 26:01
25 Hallbera West 1977 26:33
26 Elin í Haraldsstovu Bragdið 1961 27:11
27 Jóngerð Herup Høgnesen Bragdið 1948 27:47
28 Marita Mortensen 1983 28:47
29 Trina Ennistein 1979 29:39
30 Guri í Hoyvík 1974 31:20
31 Dagmar Hollensen 2003 31:20

 


Nr. 5, 10 og 12 í opna bólkinum, men gull, silvur og bronsa í veteranbólki +45. Og tad er ikki feskan ost vit tosa um. Hesir eru ræstir.


Jens Weihe vann hjá elstu harrunum. Jósvein Herup Olsen nr. tvey og Bent H. Jakobsen nr. 3. Vid tídini 20.00 var Jósvein ein av 32 rennarum hendan dagin, sum ikki fóru upp um 20 minuttir!!!!

0 comment
0

Related Articles