Tey eru roynd og tey hava roynt tað fyrr, Rigmor N. Arge úr Hvirluni og Cecil Weihe úr Bragdinum. Og óvæntað var tað ikki, at tey bæði aftur í 2018 gjørdust føroyameistarar í maratonrenning, nú tá Bragdið skipaði fyri Tórshavn Marathon á 16. sinni.
Metluttøka var á longu teinunum, og serliga mongu útlendingarnir fyltu væl upp í maratonpartinum. Vinnarin frá í fjør, týskarin Raul Jankowski var komin til Føroya at verja sigurin frá 2017. Hetta var kanska lættari sagt enn gjørt, tí Wojciech Kopec úr Pólandi beit hann í hælssinurnar til heilt stutt var eftir. Men tað eydnaðist Raul Jankowski at endurvinna Tórshavn Marathon bert góðan hálvan minutt framman fyri póllendingin. Tíðir teirra vóru ávikavist 2.38.00 og 2.38.34. Seinasta plássið á sigurspallinum fór eisini til ein útlending. Tað var Simon Karlsson úr Svøríki, sum tók bronsuna við 2.46.34.
Føroyameistarin Cecil Weihe var fjórði á mál. Tað var væntað, at stríð millum Cecil og Peter Jensen úr Bragdinum skuldi verða um FM-heitið, men Peter hevði tíverri ein heilt ringan dag. Ístaðin var tað Lau Jensen úr Roysninum, sum fór avstað við silvurmerkinum, meðan Niels Poulsen úr Bragdinum vann bronsu.
Cecil Weihe vann sítt sjeynda FM-heiti í maratonrenning (mynd: Tórvør Vang)
Tær fremmandu fyltu eisini sigurspallin hjá kvinnunum. Fyrst á mál var Helena Javornik úr Slovenia og fýra minuttir seinni kom amerikanska Meagan Nedlo. Tær høvdu 3.09.16 og 3.13.15. Hóast triðja kvinnan var svensk, er hon ikki heilt fremmand. Verri enn so. Talan var um Sarah Vallin, sum býr í Havn og dagliga venur við Bragdinum. Hennara tíð gjørdist 3.17.24. Hon hevur tó enn ikki búð so leingi í Føroyum, at hon kann gerast føroyameistari.
FM-heitinum streyk fjórða kvinnan avstað við. Tað var Rigmor N. Arge, sum vann rættiliga trygt. Tí hon hevði átta minuttir aftur til Astrid Joensen úr Roysninum á øðrum plássi, sum so aftur hevði eitt fitt petti aftur til triðju damuna á mál, føroyameistaran frá í fjør, Hallbjørg Danielsen úr Roysninum.
Rigmor N. Arge vann sítt áttanda FM-heiti í maratonrenning
Øll úrslitini frá Tórshavn Marathon síggjast HER
FM-úrslitini eru niðanfyri:
FM Maraton menn opin bólkur | ||||
1 | 2.59.39 | Cecil Weihe | 1965 | Bragdið |
2 | 3.06.45 | Lau Jensen | 1972 | Roysnið |
3 | 3.23.24 | Niels Poulsen | 1972 | Bragdið |
4 | 3.27.56 | Herluf Jakobsen | 1963 | Bragdið |
5 | 3.28.18 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið |
6 | 3.30.53 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið |
7 | 3.33.35 | Anton Højgaard | 1977 | Roysnið |
8 | 3.36.57 | Súni Jacobsen | 1967 | Bragdið |
9 | 3.40.25 | Rói Nolsøe | 1966 | Bragdið |
10 | 3.42.52 | Jens.R. Weihe | 1947 | Frælsi |
11 | 3.45.51 | Albert Johansen | 1966 | Frælsi |
12 | 3.53.48 | Kristmund Johannessen | 1968 | Roysnið |
13 | 3.58.36 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið |
14 | 3.59.03 | Uni Svabo Joensen | 1969 | Frælsi |
15 | 4.16.11 | Sølvar Michelsen | 1977 | Bragdið |
16 | 4.24.28 | Jóannes Ortind | 1951 | Bragdið |
17 | 4.27.48 | Peter Jensen | 1992 | Bragdið |
18 | 4.29.09 | Sverri Steinholm | 1963 | Bragdið |
19 | 4.42.48 | Regin Berg | ? | Bragdið |
20 | 4.55.13 | Robert Vilhelmsen | 1951 | Bragdið |
21 | 4.56.49 | Sofus Poulsen | 1965 | Frælsi |
FM Maraton kvinnur opin bólkur | ||||
1 | 3.27.40 | Rigmor Napoleonsdóttir Arge | 1969 | Hvirlan |
2 | 3.35.18 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið |
3 | 3.52.35 | Hallbjørg Danielsen | 1973 | Roysnið |
4 | 4.40.13 | Heidi Ó. Jógvansdóttir | 1972 | Bragdið |
5 | 4.45.53 | Birita Samuelsen | 1968 | Bragdið |
6 | 4.51.02 | Karin Maria Isaksen | 1963 | Bragdið |
7 | 5.03.53 | Elisabeth Rasmussen | 1959 | Bragdið |
8 | 6.32.06 | Susan Jacobsen | 1964 | Treysti |
dnf | Petra Weihe Mikkelsen | 1974 | Roysnið | |
FM Maraton veteranar menn | ||||
1 | 2.59.39 | Cecil Weihe | 1965 | Bragdið |
2 | 3.06.45 | Lau Jensen | 1972 | Roysnið |
3 | 3.23.24 | Niels Poulsen | 1972 | Bragdið |
4 | 3.28.18 | Jóhan E. Simonsen | 1969 | Bragdið |
5 | 3.30.53 | Hjalmar Sjóvará | 1966 | Bragdið |
6 | 3.36.57 | Súni Jacobsen | 1967 | Bragdið |
7 | 3.40.25 | Rói Nolsøe | 1966 | Bragdið |
8 | 3.45.51 | Albert Johansen | 1966 | Frælsi |
9 | 3.53.48 | Kristmund Johannessen | 1968 | Roysnið |
10 | 3.58.36 | Arnfinn Johannessen | 1965 | Roysnið |
11 | 3.59,03 | Uni Svabo Joensen | 1969 | Frælsi |
12 | 4.56.49 | Sofus Poulsen | 1965 | Frælsi |
FM Maraton superveteranar | ||||
1 | 3.27.56 | Herluf Jakobsen | 1963 | Bragdið |
2 | 3.42.52 | Jens.R. Weihe | 1947 | Frælsi |
3 | 4.24.28 | Jóannes Ortind | 1951 | Bragdið |
4 | 4.29.09 | Sverri Steinholm | 1963 | Bragdið |
5 | 4.55.13 | Robert Vilhelmsen | 1951 | Bragdið |
FM Maraton veteranar kvinnur | ||||
1 | 3.27.40 | Rigmor Napoleonsdóttir Arge | 1969 | Hvirlan |
2 | 3.35.18 | Astrid Joensen | 1967 | Roysnið |
3 | 3.52.35 | Hallbjørg Danielsen | 1973 | Roysnið |
4 | 4.40.13 | Heidi Ó. Jógvansdóttir | 1972 | Bragdið |
5 | 4.45.53 | Birita Samuelsen | 1968 | Bragdið |
6 | 6.32.06 | Susan Jacobsen | 1964 | Treysti |
FM Maraton superveteranar kvinnur | ||||
1 | 4.51.02 | Karin Maria Isaksen | 1963 | Bragdið |
2 | 5.03.53 | Elisabeth Rasmussen | 1959 | Bragdið |