Tað eru bara fimm vikur síðani, at Rigmor N. Arge úr Hvirluni og Martin Gravesen úr Bragdinum gjørdust føroyameistarar í hálvum maraton. Leygardagin kundu tey pynta seg við enn einum fínum heiti, tí tá gjørdust tey bæði føroyameistarar í maratonrenning.
Hjá Rigmor gjørdist talan um sera greiðan sigur. Tað var ongantíð nakar ivi um, at hon fór at vinna, og tá saman um kom, var hon 14 minuttir framman fyri silvurvinnaran Ann Thomsen úr Bragdinum. Krista Nielsen úr Bragdinum gav Ann kapping allan vegin, og endaði minni enn minuttin aftanfyri á bronsuplássinum.
Rigmor N. Arge var í serflokki og vann enn eitt FM-heiti (mynd: Treysti)
Øðrvísi spennandi var oddadysturin hjá monnunum. Joe Dale úr Englandi legði seg trygt á odda. Av FM-biðlunum sást, at Henry Olsen hevði góðan vilja og góð bein. Bragdliga legði hann eftir bretanum, men hann mátti tó gevast á hálvari leið vegna skaða. Sera harmiligt hjá Henry, sum annars veruliga sá út til at raka dagin. FM stríðið kom at standa millum Martin Gravesen og Cecil Weihe, sum báðir vendu samstundis í Kaldbaksbotni. Martin fór seinni undan, og byrjaði eisini at nærkast bretanum.
Martin fekk eisini bretan aftur, og tað sá út til at Martin skuldi fara at vinna Tórshavn Marathon. Men Joe Dale svaraði kontant aftur og helt undan og vann við lítlum minutti. Hann er fyrsti útlendingur, sum vinnur Tórshavn Marathon fyri menn. Cecil kempaði hart, men mátti lata FM-heitið til Martin Gravesen. Smáir tveir minuttir vóru í millum teir.
Cecil Weihe og Martin Gravesen fylgdust og høvdu orku at smílast eftir fyrsta umfarið kring býin (mynd: Treysti)
Bronsuna vann Eirikur Hansen úr Bragdinum, sum stríddist við Jannick Hjaltalin. Jannick dróg longra stráið, men er ikki limur í føroyskum felagi, og kann tí ikki fáa FM-heiðursmerki. Teir báðir fóru beint upp um teir tríggjar tímarnar.
FM-úrslitini eru her. Lesið meira um Tórshavn Marathon og síggið øll úrslitini frá bæði maraton, ½ maraton og frá gangi-½maraton á heimasíðuni hjá Bragdinum: www.bragdid.fo
FM Maraton – opin bólkur menn | |||||
Nr | Úrslit | Fornavn | Eftirnavn | Føðiár | Felag |
1 | 2.54.30 | Martin | Gravesen | 1967 | Bragdið |
2 | 2.56.23 | Cecil | Weihe | 1965 | Bragdið |
3 | 3.00.29 | Eirikur | Hansen | 1980 | Bragdið |
4 | 3.10.42 | Lau | Jensen | 1972 | Roysnid |
5 | 3.16.55 | Albert | Johansen | 1966 | Frælsi |
6 | 3.24.18 | Jens.R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
7 | 3.25.15 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
8 | 3.30.50 | Josvein Herup | Olsen | 1958 | Bragdið |
9 | 3.34.47 | Bergur | Didriksen | 1965 | Roysnid |
10 | 3.36.14 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
11 | 3.41.55 | Henrik | Kølleskov | 1965 | Bragdið |
12 | 3.42.50 | Christian | Olsen | 1962 | Bragdið |
13 | 3.46.43 | Páll Højgaard | Vesturbu | 1961 | Hvirlan |
14 | 3.52.35 | Uni Svabo | Joensen | 1969 | Frælsi |
15 | 3.52.36 | Herluf | Hansen | 1973 | Bragdið |
16 | 4.04.01 | Johnny | í Grótinum | 1975 | Bragdið |
17 | 4.10.16 | Fróði | Thorkildshøj | 1969 | Bragdið |
18 | 4.10.34 | Fríðrikur | Bláhamar | 1972 | Bragdið |
19 | 4.19.17 | Jógvan | Olsen | 1956 | Bragdið |
20 | 4.28.17 | Sofus | Poulsen | 1965 | Frælsi |
21 | 4.48.15 | Heri Ólason | Dam | 1957 | Bragdið |
22 | 4.51.52 | Paul | Kragesteen | 1964 | Bragdið |
23 | 5.39.42 | Hans Birgir | Hansen | 1949 | Bragdið |
24 | DNF | Niels | Poulsen | 1972 | Bragdið |
25 | DNF | Henry | Olsen | 1964 | Bragdið |
26 | DNF | Jógvan Edvard | L. Joensen | 1963 | Bragdið |
FM Maraton – veteranar menn | |||||
Startnr. | Úrslit | Fornavn | Eftirnavn | Føðiár | Felag |
1 | 2.54.30 | Martin | Gravesen | 1967 | Bragdið |
2 | 2.56.23 | Cecil | Weihe | 1965 | Bragdið |
3 | 3.16.55 | Albert | Johansen | 1966 | Frælsi |
4 | 3.25.15 | Hjalmar | Sjóvará | 1966 | Bragdið |
5 | 3.34.47 | Bergur | Didriksen | 1965 | Roysnid |
6 | 3.36.14 | Herluf | Jakobsen | 1963 | Bragdið |
7 | 3.41.55 | Henrik | Kølleskov | 1965 | Bragdið |
8 | 3.42.50 | Christian | Olsen | 1962 | Bragdið |
9 | 3.46.43 | Páll Højgaard | Vesturbu | 1961 | Hvirlan |
10 | 3.52.35 | Uni Svabo | Joensen | 1969 | Frælsi |
11 | 4.10.16 | Fróði | Thorkildshøj | 1969 | Bragdið |
12 | 4.28.17 | Sofus | Poulsen | 1965 | Frælsi |
13 | 4.51.52 | Paul | Kragesteen | 1964 | Bragdið |
14 | DNF | Henry | Olsen | 1964 | Bragdið |
15 | DNF | Jógvan Edvard | L. Joensen | 1963 | Bragdið |
FM Maraton – superveteranar menn | |||||
Startnr. | Úrslit | Fornavn | Eftirnavn | Føðiár | Felag |
1 | 3.24.18 | Jens.R. | Weihe | 1947 | Frælsi |
2 | 3.30.50 | Josvein Herup | Olsen | 1958 | Bragdið |
3 | 4.19.17 | Jógvan | Olsen | 1956 | Bragdið |
4 | 4.48.15 | Heri Ólason | Dam | 1957 | Bragdið |
5 | 5.39.42 | Hans Birgir | Hansen | 1949 | Bragdið |
FM Maraton – opin bólkur kvinnur | |||||
Startnr. | Úrslit | Fornavn | Eftirnavn | Føðiár | Felag |
1 | 3.22.48 | Rigmor N. | Arge | 1969 | Hvirlan |
2 | 3.36.55 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
3 | 3.40.05 | Krista | Nielsen | 1965 | Bragdið |
4 | 3.40.53 | Beinta Hoydal | Joensen | 1971 | Bragdið |
5 | 3.50.19 | Duruta R. á | Lofti | 1969 | Bragdið |
6 | 4.09.30 | Sunneva | Olsen | 1959 | Bragdið |
7 | 4.11.31 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
8 | 4.12.25 | Anja | P. Jacobsen | 1970 | Bragdið |
9 | 4.18.30 | Elisa | Nielsen | 1965 | Bragdið |
10 | 4.35.00 | Birita | Samuelsen | 1968 | Bragdið |
11 | 5.06.53 | Heidi | Jógvansdóttir | 1970 | Bragdið |
12 | DNF | Kristina M. | Samuelsen | 1965 | Bragdið |
FM Maraton – veteranar kvinnur | |||||
Startnr. | Úrslit | Fornavn | Eftirnavn | Føðiár | Felag |
1 | 3.22.48 | Rigmor N. | Arge | 1969 | Hvirlan |
2 | 3.36.55 | Ann | Thomsen | 1966 | Bragdið |
3 | 3.40.05 | Krista | Nielsen | 1965 | Bragdið |
4 | 3.50.19 | Duruta R. á | Lofti | 1969 | Bragdið |
5 | 4.11.31 | Eydna | Weihe | 1969 | Bragdið |
6 | 4.18.30 | Elisa | Nielsen | 1965 | Bragdið |
7 | 4.35.00 | Birita | Samuelsen | 1968 | Bragdið |
8 | DNF | Kristina M. | Samuelsen | 1965 | Bragdið |
FM Maraton – superveteranar kvinnur | |||||
Startnr. | Úrslit | Fornavn | Eftirnavn | Føðiár | Felag |
1 | 4.09.30 | Sunneva | Olsen | 1959 | Bragdið |