Góðir 100 luttakarar vóru til Føroya Bjór Renningina á Norðoyastevnu leygardagin. Kappingin var samstundis ársins fyrsta umfar av Grand Prix kappingini í renning.
Hjá teimum vaksnu kvinnunum vann Fríðunn Steinberg úr Treysti frammanfyri Jóngerð Høgnesen og Duritu Djurholm úr Bragdinum. Hjá monnunum eydnaðist tað Sam Vang at vinna á Sigurð B. Justinussen, meðan Trygvi Hansen bleiv nummar trý. Teir renna allir fyri Bragdið.
Øll úrslitini eru her (pdf). Og samlaða støðan í Grand Prix kappingini er her (pdf).
Næsta umfar í Grand Prix kappingini er á Sundalagsstevnu í Kollafirði 9. juni. Tá renna tey vaksnu aftur 5 km.