Home Renning Sam fyri 8. ferð, men framtíðin lúrir

Sam fyri 8. ferð, men framtíðin lúrir

by Hallur Holm

12. útgáva av Top Run gjørdist serlig upp á fleiri mátar. Hetta var aðru ferð, at Bragdið skipaði fyri, eftir at ítróttarfelagið í Mjørkadali varð niðurlagt. Veðrið var av allar besta renniveðri. Bert eitt lítið lot, turt og lýtt. Uppi á málinum í 700 metra hædd var stilli. Neyvan verða so góð líkindi aftur at renna Top Run í september mánað.

Tað var ein gamal kenningur, sum kom niðan á Sornfelli langt undan øllum hinum. Og neyvan var tað av tilvild, tí á áttanda sinni gjørdist Sam Vang vinnari av Top Run. Fyrstu kilometrarnar lógu Sam og Marnar Djurhuus og kappaðust um førarasessin, men Marnar gavst vegna skaða. Restin var eitt stórt soloshow frá Sam, sum ætlaði at taka gomlu mettíðina hjá Sigurð Justinussen (45.02) og sostatt gerast næstskjótasti Top-rennari nakrantíð. Verandi met eigur Marnar Djurhuus, sum í fjør rann beint yvir 43 minuttir. Sam hevur fleiri ferðir verið nær við at taka tíðina hjá Sigurði, men aftur hesuferð bleiv tað bara nær við og næstan, tí tá saman um kom gjørdist hann 10 sekund ov stuttur.


8 sigrar í Top Run – harða útleggið saman við Marnar Djurhuus kostaði kanska Sam Vang eina tíð undir 45 minuttir.
Fyrsta kvinna á mál var ikki ein kvinna. Maria Biskopstø er ein sera evnaríkur langteinarennari við ótrúliga góðari iltupptøku. Men at hon bert tólv ára gomul smágenta skuldi basa seigu Rigmor N. Arge og miðteinaspesialistinum Rebekku Fuglø í hesi harðastu rennikappingini í Føroyum, er heilt ótrúligt. Kanska ikki heilt óvæntað, tí hon hevur longu fleiri ferðir víst síni ómetaligu evni.


Tríggjar tær fremstu kvinnurnar: Maria Biskopstø, Rigmor N. Arge og Rebekka Fuglø. Saman við Rógva Johansen, Hans Erland Thomsen og Jens R. Weihe. Maria, (f. 2002) og Hans Erland, (f. 2003) runnu sum durkdrivnir vaksnir rennarar. (mynd lænt frá Jens Kr. Vang)

Bestu menninir kunnu eisini vænta sær størri mótstøðu komandi árini. Tí bert 11 ára gamli Hans Erland Thomsen vísti, at hann er gjørdur úr onkrum heilt serligum evni. Samanlagt bleiv hann nummar trý av teimum undir 40 ár. Henda bólkin vann Ólavur Egholm, sum vit annars ikki síggja so ofta til rennikappingar. Men tá Top Run er á skránni, er Ólavur fit for fight, og mangt heiðursmerki hevur hann vunnið í hesi kappingini.


12 ára gamla Maria Biskopstø vann kvinnur undir 40 ár, og slapp at standa millum eina landstýriskvinnu og ein tvífaldan Danmarkarmeistara.


Menn yvir 40 ár. Hallur Holm, Sam Vang og Andrass Joensen


Kvinnr yvir 40 ár: Birna Abrahamsen, Rigmor N. Arge og Sigrid Bjartalíð


Menn undir 40 ár: Einar Gregersen, Ólavur Egholm og Hans Erland Thomsen

Myndir læntar frá Borgar Biskopstø.

Øll úrslitini frá kappingini síggjast á hesi slóðini: https://app.lap.io/event/2014-top-run/results

Fleiri myndir frá Jensk Kr. Vang á Portalinum finnast á hesi slóðini: http://aktuelt.fo/m-29502-myndir+toprun.savn?fb_action_ids=10204591484097124&fb_action_types=og.comments

0 comment
0

Related Articles