Sigurð Justinussen vann triðja umfar av TF vetrarkappingini

Skrivað hevur

Leygardagin varð triðja umfar av TF vetrarkappingini runnið í Havn.

Hjá monnum vann Sigurð Justinussen úr Bragdinum, frammanfyri Guttorm Sørensen og Álvur F. Christiansen úr Treystinum. Í samlaðu vetrarkappingini er Gutti nummar eitt frammanfyri Álv, og Josvein Herup Olsen er nummar 3.

Hjá kvinnum vann Kristina Samuelsen úr Bragdinum, frammanfyri Duritu Djurholm úr Bragdinum og Susan Jacobsen úr Treystinum. Í samlaðu vetrarkappingini er Susan nummar eitt frammanfyri Duritu.

Øll úrslitini eru at síggja her (pdf) og samlaða støðan er her (pdf).

Comments are closed.