Home BETRI Vetrarkappingin Støðan í Betri Vetrarkappingini eftir tvey umfør

Støðan í Betri Vetrarkappingini eftir tvey umfør

by Sølvi Reinert Hansen

Fyri jol vórðu tvey tey fyrstu umfarini av ársins Betri Vetrarkapping runnin – VK3 í Kollafirði 4. desember og VK1 Runt Agnið 11. desember.

Úrslitini frá báðum kappingunum eru at finna her:

04.12.21 VK3 í Kollafirði

11.12.21 VK1 Runt Agnið

Sum vanligt telja stigini í 5 teimum bestu umførunum av 8 hjá hvørjum rennara, so enn er alt opið.

Tó eru fleiri kend nøvn millum fremstu rennararnar higartil.

Maria Biskopstø og Rebekka Fuglø, báðar úr Treysti, hava vunnið hvør sítt umfar í opna bólkinum hjá kvinnum, og liggja tær á báðum teimum fremstu plássunum frammanfyri Maritu Andrasardóttir úr Bragdinum.

Hetta sæst hetta aftur í liðkappingini hjá kvinnum, har Treysti liggur á odda frammanfyri tvey lið hjá Bragdinum.

Hjá monnunum hevur Bjarki Johannesen, Roysnið, vunnið bæði umførini, og liggur hann tí fremst frammafyri Henry Olsen og Hall Holm úr Bragdinum. Í liðkappingini hjá monnum er Bragdið 1 nummar 1, Roysnið 1 nummar tvey og Treysti 1 nummar 3.

Samlaða støðan í ymsu bólkunum sæst niðanfyri.

0 comment
0

Related Articles