Home Renning Tórshavn Marathon – FM Maraton leygardagin

Tórshavn Marathon – FM Maraton leygardagin

by Hallur Holm

Leygardagin verður Tórshavn Marathon runnið á 13. sinni. Renningin verður skotin í gongd leygarmorgunin kl. 9.00. Umframt maraton verður sum vanligt eisini møguligt at renna ½ maraton. Sum nakað nýtt skipar Bragdið í ár fyri “gangi-½maraton”. Hetta er í samstarvi við Krabbameinsfelagið, og við at luttaka í gangi½maraton, stuðlar man samstundis Krabbameinsfelagnum. Hetta sær út til at fella í góða jørð hjá fólki, tí longu nú hava nógv fólk meldað til gangi½maraton.

Í Tórshavn Marathon verður kappast í hesum bólkum:

– Kvinnur og menn opin bólkur (f. -1996)
– Kvinnur og menn 18-39 (f.1976-1996)
– Kvinnur og menn 40-49 (f.1966-1975)
– Kvinnur og menn 50+ (f.-1965)

Í ½ maraton verður kappast í hesum bólkum:
– Kvinnur og menn opin bólkur (f. -1996)
– Kvinnur og menn 18-39 (f.1976-1996)
– Kvinnur og menn 40+ (f.-1975)

Kappast verður eisini um Føroyameistaraheitið í maratonrenning, og her eru bólkarnir øðrvísi samansettir. Bólkarnir til FM maraton eru hesir:

– Kvinnur og menn opin bólkur (f. -1996)
– Menn veteranar (f. 1960-1969)
– Kvinnur veteranar (f. -1969)
– Menn superveteranar (f.-1959)
– Kvinnur superveteranar (f.-1959)

Tórsahavn Marathon er stórt tiltak hjá Bragdinum, Bragdið hevur bás á torginum í SMS frá kl. 13 fríggjadagin. Har ber til at greiða seinastu tilmeldingarnar. Annars er enn møguligt at melda til on-line. Slóðin finst her á síðuni undir tilmeldingar.

Lesið annars nógv meira um Tórshavn Marathon á hesi slóðini:

https://app.lap.io/event/2015-torshavn-marathon-2014?lang=en/

 


Cecil Weihe úr Bragdinum er aftur í ár millum favorittarnar at vinna Tórshavn Marathon, sum hann longu hevur vunnið heilar seks ferðir! Her kemur hann á mál sum silvurvinnari í FM á hálva teininum fyri einum mánað síðani. Síðani tá hevur Cecil sneitt um ein hornastein, og er farin um fimti ára aldur. Men tað fer neyvan at støðga honum i royndini at vinna enn eitt FM-heiti á maratonteininum

 

0 comment
0

Related Articles