Væleydnað tykisrenning leygardagin

Skrivað hevur


Leygardagin varð skipað fyri tykisrenning – einari virtuellari renning, har fólk kundu ganga ella renna í sínum nærumhvørvi – við tryggari frástøðu. Omanfyri 200 fólk tóku lut, sum vit vita um, og nógv teirra hava sent sínar tíðir og teinar inn, og eru harvið komin í úrslitalistan, sum er at finna á Webscorer her.

Tiltakið varð stroymað úr kontrollrúminum við Tórsbreyt. Stroymingin byrjaði við eini felags upphiting, sum Rigmor N. Arge stóð fyri. Vertirnir, Hallur Holm og Sølvi Reinert Hansen, tosaðu og facetimaðu síðani við fólk, sum luttóku í tiltakinum kring landið og uttanlands. Somuleiðis varð hugt eftir myndum, sum fólk høvdu eyðmerkt #tykisrenning á Instagram og Facebook. Onkrir rennarar løgdu eisini leiðina framvið Tórsvølli og komu inn á gólvið til eitt prát. Gunnvá Wardum skrásetti tíðirnar, sum koma sendandi inn við SMS.

Tiltakið vardi einar tríggjar tímar, og er at finna á Youtube-kanalini hjá Frælsum Ítrótti Føroyar her.

Comments are closed.