Home Renning Valborg Heinesen ger vart við seg í Pólandi

Valborg Heinesen ger vart við seg í Pólandi

by Hallur Holm

Tey, ið eru facebook-vinir við Valborg Heinesen, hava fyri langari tíð síðani vant seg  við myndirnar av einari glaðari, smílandi gentu, uppi á einum sigurspalli við steypi í hendi. Oftast á ovasta pallinum við størsta steypinum. Tað eru tó kanska ikki øll innan føroyska renniheimin, sum vita alt um Valborg Heinesen, hóast hon hevur vunnið kvinnurenningina, Tórshavn ½maraton og eisini onkrar av summargrandprix-kappingunum. Á ólavsøku síðsta summar gjørdist hon nr. 2 eftir Bjørk Herup Olsen. Valborg er læknalesandi havnargenta í Pólandi, og lesur á sjeynda ári. Renningin hevur fylt meira og meira, samstundis sum úrslitini eisini eru blivin betri og betri.


Her prátar Valborg við Kringarpið eftir sigurin í Tórshavn ½maraton.

Fyri umleið einum hálvum ári síðani, trappaði Valborg so renningina enn eitt stig upp. Hennara úrslit í Pólandi hava veruliga vakt ans, og hetta endaði við at pólskur landsliðsvenjari í langteinarenning setti seg í samband við Valborg, fyri at fáa venjingina meira skipaða. Eftir hetta er venjingin alsamt intensiverað, og tað eru mangar vikur, at Valborg liggur omanfyri teir 100 kilometrarnar. Og venjingin hevur eisini givið úrslit:

15. mars var Valborg við í stórari kapping á 15 kilometra teininum, har tað eydnaðist henni at gerast nummar seks av teimum umleið 200 kvinnunum. Tíðin gjørdist eisini sera góð hjá henni. 59.33 min. svarar til eina miðalferð uppá 3.58 min/km! Tað vóru trý umfør á fimm kilometrar, sum skuldu rennast, so  tá hugsað verður um at útleggið hjá henni var rættiliga hart við 19.23 min fyri teir fyrstu fimm kilometrarnar, er lætt at hugsa sær, hvusus væl hon hevur kempað fyri at halda ferðina allan vegin.

Seinasta dagin á oyggjaleikunum verður ½maraton. Og við einari Bjørk og einari Valborg í toppform skal vilja sera illa til um ikki okkurt, sum glitrar, kemur undir land. Á einari nøkulunda flatari rutu kann hugsast, at tær báðar tvær kunnu koma undir føroyska metið, sum er 1.24,35. Valborg verður í apríl við í Praha ½marathon, og eisini skal hon renna ein 10.000 metur á breyt. Tá fáa vit veruliga at síggja, hvør dugur er í henni. Nú oggjaleikaúttøkan stundar til við risafetum, er tó sannlíkt, at navnið Valborg Heinesen verður meira kent í rennihøpi, enn tað hevur verið!

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Fríđrikur 29.03.13 - 12:09

Ja tađ verđur spennandi:)

regin 02.04.13 - 11:22

so er tíð uppá at dagføra metini á vegnum hjá kvinnunum ha? ella er tað ikki før. met á 15 km?

Comments are closed.