Home Nýggjastu tíðindi Øki til frælsar ítróttir í Tórshavn klárt komandi summar

Øki til frælsar ítróttir í Tórshavn klárt komandi summar

by hziska

Í samrøðu við Elis Poulsen í Góðan Morgun Føroyar kunnaði Heðin Mortensen um støðuna á økinum fyri frælsar ítróttir í Tórshavn.

Ymiskar orsøkir eru til at seinkingar hava verði í mun til uppruna ætlanina, men nú er greitt at øki verður klárt at takað í nýtslu 1 Juli 2008, kanska fyrr. Á breytini verður møguligt at renna ymsu teinarnar, harundir eisini forðarenning, í miðjuni verða lopini (hæddarlop, stangarlop, 3-støkk og longdarlop) og kastini (hamarkast, diskuskast, spjótkast, kúlustoyt og vektkast).

Afturat sjálvum ítróttarøkinum verður eisini ljós um kvøldarnar, rúm til tann reiðskap sum er partur av einum slíkum øki, wc og skiftifasilitetir. Umleið 50 parkeringspláss verða eisini gjørd, og fara hesi vantandi at koma væl við í tá størri tiltøk eru í t.d. Útvarpshøllini, Norðurlandahúsinum ella í Gundadalið.

Kelda: Góðan Morgun Føroyar 18/10-2007

0 comment
0

Related Articles