Home Nýggjastu tíðindi 1. dagur í Stokkhólm: Bjørk aftur nýtt met á 800 m

1. dagur í Stokkhólm: Bjørk aftur nýtt met á 800 m

by Hallur Holm

Í gjár – mikudagin – byrjaði DN-Galan Youth, og øll okkara seks vóru í kapping.

Fyrstur at royna seg var Rúni Seloy á 100 m. Størsta styrkin hjá Rúna er á 800 m og 1.500 m, men av tí at hann satsar allar pengarnar uppá 800 m í dag – hósdag – valdi hann at spara uppá kreftirnar, og leypa 1.500 m um, og í staðin royna seg á tí meira óvanda 100 m. Henda teinin rann hann eisini fyrr í ár í Tårnby, við úrslitinum 12.89. Hesaferð gekk heldur verri, og endaliga úrslitið hjá Rúna varð 13,32 sek.

Síðani var tað 13 ára gamli Regin Joensen, sum skuldi renna 600 m. Tað varð lagt harðliga til brots, og Regin lá millum teir aftastu í byrjanini. Men spakuliga fekk Regin otað seg longur fram, og tá hann kom um mállinjuna hevði hann runnið seg fram á 8. pláss og sett nýtt persónligt met við tíðini 1.44.53.

Jan Elmar Sørensen var eisini við til VU-Ungdomsspelen fyrr í summar, og tá rann hann 1.500 m uppá 4.29 min. Tá var hann ikki heilt nøgdur, og í gjár skuldi teinurin so rennast eitt sindur skjótari. 1. umfar sá eisini lovandi út, men knappliga var ikki meira krút eftir. 2. og 3. umfar blivu ov sein, og hóast ein góðan endaspurt, bleiv tíðin 4.34,13.

At enda vóru tað tær tríggjar damurnar, Rebekka Fuglø, Rannvá Djurholm og Bjørk Herup Olsen,  sum allar skuldu renna 800 m. Rebekka og Bjørk hava hesi seinastu árini skiftst um at seta føroyskt met, og spennandi var um onnur teirra ella kanska báðar fóru at røkka metinum, 2.21,50, sum Bjørk setti fyrr í summar. Fyrst gentur 15 ár við Rebekku. Unga daman úr Norðdepli fylgdi væl við fyrsta umfar, og lá tá á 4-5 plássinum. Hon rann seg tó skjótt uppá 3. plássið, og tá 100 m vóru eftir lá hon nr. 2. Hon megnaði tó ikki at halda fast um 2. plássið, men kom á mál á einum flottum 3. plássi og nýggjum persónligum og bólkameti fyri gentur 15 ár. Tíðin bleiv 2.22.17.

So var tað Rannvá, sum rann í B-finaluni hjá gentum 16 ár. Rannvá lá aftarlaga teir fyrstu 200 metrarnar, men síðan rann hon seg upp gjøgnum feltið. Tá 300 metrar vóru eftir var hon komin heilt fram á 2. plássið. Á 600 metrum sá út til at Rannvá fór at knógva 2.30, men har var ikki meira djús eftir, og móti endanum fall hon aftur á 6. pláss. Endaliga tíðin rakk tó til nýtt persónligt met, sum nú er 2.32,88.

So vóru bara gentur 17 ár við Bjørk eftir. Hóast runnið bleiv skjótt frá byrjan, var mikil troðkan heilt fram til 2-300 metrar. Onkur píkur stóð eftir í skinnabeininum hjá Bjørk, men her mátti bara kempast víðari. Nú kom heilt góð ferð á, og feltið strektist út. Av aftasta plássinum rann hon seg fram á 5. pláss, og seinastu 100 metrarnar fekk hon eina afturat, so hon endaði á fjórða plássi. Tíðin varð so mikið góð, at hon rakk til nýtt føroyskt met, sum nú eitur 2.21.12.

Øll úrslitini frá 1. degnum eru at finna her

 

0 comment
0

Related Articles