Mánakvøldið var ársaðalfundurin hjá Bragdinum hildin í ÍSF-húsinum. Sum vanligt var uppmøtingin góð, og umleið 30 fólk vóru á aðalfundinum.
Tað merkist, at Bragdið er eitt virkið felag. Eftir ársfrásøgnina hjá forkvinnuni Ann Thomsen, var dúliga kjakast um øll tey ymisku viðurskiftini, sum rørast í felagnum. Og tað varð farið víða um. Prátað varð um veteranstuðul, vetrarkapping, myndatøku, kappingarnar hjá Bragdinum, ungdómsvenjing og mangt mangt annað. Fundurin vardi góðar tríggjar tímar.
Fyri valið til nevndina stóðu forkvinnan Ann Thomsen og Herluf Jacobsen. Ann tók fegin við afturvali, meðan Herluf ynskti sær eitt andarhol eftir at hava sitið trý ár í einari sera virknari nevnd. Bjørg Nielsen varð skotin upp sum nýggjur nevndarlimur, og varð hon eisini vald. Steingrímur Hallsson varð afturvaldur sum tiltakslimur.
Nývalda nevndin í Bragdinum: F.v.: Bjørg Nielsen, Ann Thomsen, Rúni Seloy, Sunneva Olsen, Steingrímur Hallsson og Niels Poulsen
2 comments
Ikki at gloyma, at nevndin hevur avgjørt, at seta á stovn ein elitupolitik við stuðulstreytum til íðkarar yvir 20 ár. Hurra og stóra takk skulu tey hava fyri tað
Púra rætt Eirikur 🙂 Hatt skuldi eg sjálvandi eisini havt lagt afturat 🙂
vh
Hallur
Comments are closed.