Home Nýggjastu tíðindi Fjarðastevnan á Skála – GP 2 og barnarenning

Fjarðastevnan á Skála – GP 2 og barnarenning

by Hallur Holm

2. umfar av Grand Prix kappingini hjá teimum vaksnu verður fríggjakvøldið 12. juni á Skála, í sambandi við Fjarðarstevnuna. Tað er Skála Ítróttarfelag saman við FÍF, sum fyriskipar kappingina, har eisini barnarenning við teimum vanligu aldursflokkingunum verður á skránni hetta kvøldið.

Hjá børnunum fara teir báðir yngru aldursflokkarnir (0-7 ár og 8-10 ár) at renna 500 metrar og teir báðir eldru (11-13 ár og 14-17 ár) fara at renna 1 kilometur. Hetta verða sonevndir “yvir at venda túrar”. Tey vaksnu fara at renna ein túr, sum er 8,7 km til longdar. Vit byrja við Eik banka omanfyri bedingina, og renna einar 50-100 metrar, áðrenn vit sneiða til høgru og brenna í 500 metrar longu brekkuna. Niðankomin verður sneitt til vinstru har vit renna eftir nýggja vegnum út eftir fjørðinum.  Tá vit koma Innan Glyvur, skulu vit aftur sneiða til vinstru oman brekkuna, og síðani renna vit inneftir gamla vegnum líka inn á Skála til Eik banka, har vit byrjaðu.

Startskotið verður latið av kl. 19.00, og ætlanin er at hava barnarenningina samstundis sum tey vaksnu eru úti á rutuni. Tilmelding er løgd út her á síðuni, og startnummur verða avheintað frá kl. 18.00. Møguligt verður at melda til á staðnum til kl. 18.30. Heiðursmerki verða latin til nr. 1,2 og 3 í øllum flokkum.  Atgongd verður til umklæðingarúmini í ítróttarhøllini.

Kostnaðurin fyri tiltakið er sum vant 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.

Møtið fjølment – øll eru vælkomin!

0 comment
0

Related Articles