Mikukvøldið 24. juni fer Treysti saman við FÍF at skipa fyri 2. umfari av Grand Prix fyri børn og ung á breyt. Kappingin verður á Svangaskarði og byrjar kl. 19.00.
Hesaferð verður kappast í hesum greinum
- Gentur og dreingir 8-9 ár: 60 m, 800 m, kúlustoyt og longdarlop
- Gentur og dreingir 10-11 ár: 80 m, 800 m, kúlustoyt og longdarlop
- Gentur og dreingir 12-13 ár: 80 m, 800 m, kúlustoyt og longdarlop
- Gentur og dreingir 14-15 ár: 200 m, 1000 m, kúlustoyt og longdarlop
- Gentur og dreingir 16-17 ár: 200 m, 1000 m, kúlustoyt og longdarlop
- Gentur og dreingir 18-19 ár: 200 m, 1000 m, kúlustoyt og longdarlop
Minnist til, at í hvørjum aldursflokki hjá gentum og dreingjum verður kappast í fýra greinum – spurti, miðteini, kasti og lopi. Og tað eru tvey tey bestu úrslitini í hvørjari grein, sum verða løgd saman til endaliga úrslitið. Tað ber sostatt til hjá einum íðkara at vinna heili 4 heiðursmerki.
Sum nevnt byrja kappingarnar kl. 19.00, so fyri at vit kunnu byrja stundisliga, mugu øll møta í seinasta lagi kl. 18.30. Vit verða nógvir luttakarar, so tað er umráðandi at møtt verður til tíðina, og at kappingarnar fylgja tíðarætlanini. Hon verður at síggja her á síðuni mikudagin um middagsleitið.
Seinasta freist at melda til er Týskvøldið kl. 22.00. Tað verður IKKI møguligt at melda til á staðnum. Startnr. verða býtt út frá kl. 18.15. Kostnaðurin fyri tiltakið er kr. 30.