Home Nýggjastu tíðindi 24 bólkamet og eitt føroyskt met. GP1 í myndum

24 bólkamet og eitt føroyskt met. GP1 í myndum

by Hallur Holm

Tað var ikki smávegis sum okkara dugnaligu íðkarar spílaðu seg út, tá fyrsta Grand Prix’ið á breyt var næst seinasta leygardagin. Líkindini sóu einki serlig út við fyrsta eygnabrá, men regndroparnir vóru so smáir at teir formáddu sær einki, og tá vindmátararnir allan dagin søgdu undir 1 m/s, so slepst ikki undan at viðurkenna, at líkindini vóru bara heilt góð. Tað var bara sólin, sum manglaði. Hon kemur kanska næstu ferð.

Og úrslitini stóðu so væl og virðiliga mát við líkindini. Nógvar javnar, harðar og spennandi kappingar vóru gjøgnum allan dagin, og tá seinasta kappingin var liðug, vóru heili 24 nýggj bólkamet at skráseta, og harav var tað eina eisini føroyskt met.

 
Rebekka Fuglø betraði sítt føroyska met á 1.000 metrum eitt lítið vet til 3.02,69. Katarina Høj, sum sæst aftanfyri Rebekku setti bólkamet fyri gentur 14 ár við 3.12,68. Oddvør Josephsen t.h. vann ein góðan sigur  á 600 m.

 
Tummas Napoleon Arge, hevði dagsins bestu 100 m tíð, og setti persónligt met við 11,88 sek. Høgrumegin: Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, fremst á myndini , vann 100 m hjá gentum 12-13 ár við 15.28 sek.

 
Elisabet Holm Simonsen bleiv nr. 2, men setti bólkamet fyri gentur 12 ár við 15,29 sek. Eisini Maria Biskopstø fekk bólkamet. Hon vann gentur 10-11 ár við 16,17 sek eitt lítið hanagleiv framman fyri Unnu Ró

 
Skvatlar, tutlar, teskar, tutlar……… munnu tær mutla um allar dreingirnar, sum eru endaðir á geil 2 høgrumegin?

 
Marita Káradóttir Petersen sýnir trístøkk í stórum stíli. Bert senitmetrar frá føroyska metinum. Nú er bert spurningur um tíð, áðrenn hon tekur tað.

 
Margit W. Fríðmundsdóttir vann 100 m hjá gentum 14-15 ár og setti nýtt bólkamet við 13,99 sek. Hetta feiraði hon dagin eftir við at renna 25 km frá loranstøðini til Hósvíkar. Høgrumegin eru tað tríggjar sera evnaríkar gentur: Børka Berg Jørgensen, Astrid Breckmann og Vibeka Sivertsen.

 
Andreas B. Antoft og Pauli Høj rinda møðina eftir 600 m. Her fekk Pauli bólkamet hjá dr. 11 ár við 1.56,52 min. Andreas vann 100 m og setti bólkamet í hæddarlopi við 1,26 m. Høgrumegin er tað Jónas Isaksen, sum er í serflokki á longru teinunum. Hann vann greitt á 600 m og skar eitt stórt petti av bólkametinum, sum nú er 2.07,60 min. 

 
Tað er ikki neyðugt at vera fremst fyri at jubla. Altíð glaði Hans Sivertsen vísir her góðan ítróttaranda. Høgrumegin er tað Andrias Bjarnastein, sum kýtir seg alt hann kann fyri at koma upp um.

 
“Skiparin rópar um stýrhúsrút……” Jú, væl liggur fyri hjá skiparanum at skipa fyri. Hjá Sunnivu fór allur dagurin til krút og kakur.

 
Rúni Seloy rann lættliga undan øllum á 1.000 metrum. Gott at síggja Rúna so sterkan aftur. Samstundis sum hann setti bólkamet hjá dreingjum 19 ár, misti hann bólkametið hjá dreingjum 18 ár til Einar Gregersen, sum eisini rann sera væl hendan dagin. Bert nakrar fáar 1/10 sek tók hann frá Rúna.

 
Sera gleðiligt, at fleiri av langteinarunum vóru á breytini hendan dagin og runnu 1.000 m. Regin Thomsen gjørdu teir tó einki við. Hann vann við góðu tíðni 2.51.

 
Hilmar og Herluf kunnu eisini fegnast, sjálvt um teir ikki gjørdust nr. 1. Vónandi verða tað enn fleiri, sum koma við á 800 m næstu ferð. Høgrumegin er tað nýggja stjørnan hjá Bragdinum, Steintór Egholm, sum vann í síni allarfyrstu kapping. Hetta var 600 m hjá dreingjum 12-13 ár. Venjarar, pápar, og formenn standa í kø at klappa ryggin. 

 

 

 

 

 

 


 


0 comment
0

Related Articles