Home Nýggjastu tíðindi 3. umfar av Grand Prix á Sundalagsstevnuni

3. umfar av Grand Prix á Sundalagsstevnuni

by Hallur Holm

So eru vit longu komin til 3. umfar av Grand Prix fyri vaksin. Og hetta verður avgreitt á Sundalagsstevnuni í Kollafirði leygarmorgunin kl. 10.30. Beint aftaná verður so eisini barnarenning við vanligu aldursbólkunum.

Rutan hjá teimum vaksnu verður 7 km, men er ikki endaliga løgd enn. Tey yngstu børnini renna 500 metrar, undir 10 ár renna 700, undir 13 ár renna 800 og undir 17 ár renna 1000 metrar.

Skótarnir í Kollafirði hava boðið okkum á gátt, og har verða startnummur latin frá kl. 9.30.  Heitt verður á øll um at melda til her á síðuni innan kl. 23.00 hóskvøldið. Tey sum kortini ikki fáa avgreitt hetta, kunnu melda til á staðnum frá kl. 9.30, tá startnummurini verða latin. Kostnaðurin er sum vant 50 kr. fyri vaksin og 20 fyri børn. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum.

Skótahúsini í Kollafirði eru beint yvirav Kollafjarðar Skúla. Møtið fjøment!

0 comment
0

Related Articles