Home Nýggjastu tíðindi 3. umfar av vetrarkappingini í Streymnesi og Hvalvík

3. umfar av vetrarkappingini í Streymnesi og Hvalvík

by Hallur Holm

Leygardagin 30. januar verður 3. umfar av vetrarrennikappingini hjá FÍF, og er tað Bragdið sum verður vertur norðuri í Sundalagnum.

Allir bólkar byrja samstundis, og startskotið gongur av kl. 11.00. Kappast verður í hesum bólkum:

Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -93) – 8,3  km
Veteranar kvinnur og menn (f. 1955-64) – 8,3 km
Menn Superveteranar (f. -1954) – 8,3 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1989-93) – 8,3 km
Gentur og dreingir (f. 1994-98) – 3,3 km

Startur og mál er við Margáir í Streymnesi. Runnið verður frá ítróttarhúsinum, gjøgnum Streymnes, eftir niðara vegnum, (Neystavegnum) oman á Oyruna, til Halvíkar, gjøgnum Hvalvík og aftur til Streymnesar. Vaksin, veteranar, superveteranar og unglingar renna teinin tríggjar ferðir; gentur og dreingir eina ferð.

Hóast nógvar kappingar eftir hondini hava verið á hesi rutuni, er hetta bert triðju ferð, at júst hesin teinurin verður runnin. Í fjør var tað Guttorm Sørensen sum vann í kapping við son sín Jan Elmar Sørensen og hjá kvinnum var tað Súsanna Skúlv Sørensen, sum var fyrst. 

Tilmelding fer fram her á síðuni, og skal verða avgreidd innan fríggjakvøldið 29. januar kl. 23.00. Tað verður eisini høvi at melda til frá kl. 10.00 á kappingardegnum. Startnummur verða latin frá kl. 10.00 í ítróttarhúsinum við Margáir. Kostnaðurin er 50 kr. fyri fýra teir elstu bólkarnar og 20 kr. fyri tey yngstu.

Tað verður møguligt at skifta og fara í brúsu í ítróttarhúsinum. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum umframt at okkurt leskandi verður at fáa á málinum.

Víst verður annars til kappingarregulurnar fyri vetrarkappingina.

Tilmelding liggur klár.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur Holm 29.01.10 - 15:46

Hey tit øll!

Renningin í morgin verður gjøgnumførd sum ætlað, hóast nosið av norðri. Eg havi tosað við kommununa, og teir hava lovað at koma at salta fyri okkum!

So hóast tað verður kalt, so verður kaffið heitt og brúsurnar ikki minni!

Vælkomin til Streymnesar

Hallur

Comments are closed.