Home Nýggjastu tíðindi 4.umfar í Vetrarkappingini

4.umfar í Vetrarkappingini

by Hallur Holm
Leygardagin 21. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 4. umfari í Vetrarappingini í Hvannasundi.
Runnið verður á einum rundteini, sum er ein góðan kilometur til longdar. Rutan er fløt og minnir eitt sindur um rutuna í Várkappingini.
Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
 
Tað verður kappast í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -1992)
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1954-1963)
-Menn Superveteranar (f. 1953 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1988-1992)
-Gentur / Dreingir (f. 1993-1997) 
Allir teir vaksnu bólkarnir renna 10 km, meðan gentur og dreingir renna 4 km.  Startur og mál verður við gamla skúla í Hvannasundi. Runnið verður frá skúlanum og norður í Sandoyrabug, so suður gjøgnum fjøruna eftir nýggju gøtuni, sum kommunan hevur gjørt, og so niðan á bygdavegin úti í Bug har snarað verður til vinstru og runnið norðureftir til gamla skúla. 
 
Rutan
 
Í sambandi við renningina verða heiðursmerki, sum eru stuðlað av KBI Sp/f, latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum.
 
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni innan fríggjakvøldið 20. februar á miðnátt.
 
Luttakararnir verða bidnir um at møta við gamla skúla hálvan tíma áðrenn start og avheinta startnummar. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. 
 
Hetta er aðru ferð at Vetrarkapping er í Hvannasundi. Seinasta ár tá runnið bleiv vóru stak vánalig rennilíkindi, men  harafturímóti fingu luttakararnir eitt renniminni fyri lívið. Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning har øll kunnu luttaka.
 
Í sambandi við renningina er møguleiki  fyri at umklæðing í Skúlanum á Fossánesi.

Samlaða støðan í Vetrarkappingini undan 4. umfari er at síggja her (40 kb pdf)

 
0 comment
0

Related Articles