Hetta vikuskiftið verða Danmarksmeistaraheitini fyri ung avgjørd í Sparbank Arena í Skive. Við í kappingunum verða eisini 5 føroyingar: Tey eru Jan Elmar Sørensen, Rebekka Fuglø og Marnar Djurhuus úr Treysti og Bjørk Herup Olsen og Rúni Seloy úr Bragdinum.
Skráin hjá okkara luttakarum:
Leygardagin 6. mars
- 15.45 Bjørk Herup Olsen, 3.000 m
- 17.05 Jan Elmar Sørensen, 3.000 m
- 17.35 Rebekka Fuglø, 800 m
- 18.00 Marnar Djurhuus, 800 m
- 18.15 Rúni Seloy, 800 m
Sunnudagur 7. mars
- 12.40 Rúni Seloy, 400 m
- 12.55 Rebekka Fuglø, 400 m
- 13.45 Marnar Djurhuus, 1.500 m
- 14.15 Bjørk Herup Olsen, 1.500 m
- 14.45 Jan Elmar Sørensen, 1.500 m
Eftir tilmeldingartíðunum eru vónirnar góðar fyri at vinna okkum nøkur heiðursmerki. Bjørk Herup Olsen hevur bestu tilmeldingartíð á 3.000 m og næstbestu tíð á 1.500 m. Rúni Seloy hevur bestu tilmeldingartíð á 800 m og 4. bestu tíð á 400 m. Marnar Djurhuus hevur næstbestu tilmeldingartíð á bæði 800 og 1.500 m, meðan Jan Elmar Sørensen og Rebekka Fuglø eisini liggja tætt upp móti teimum allarbestu.
Øllum 5 verður ynskt góða eydnu.