Home Nýggjastu tíðindi Marnar Djurhuus komin aftur – Marnar Pattinson í stórformi. Runt Agnið round up.

Marnar Djurhuus komin aftur – Marnar Pattinson í stórformi. Runt Agnið round up.

by Hallur Holm

Yr.no lovar so mangt. M.a. lovaðu tey fríggjakvøldið,  at klokkan 11 leygarmorgunin skuldi tað verða turt, stilli og sól á Toftum. So tað var bara at gleða seg til ársins Vetrarkapping skuldi skjótast í gongd. Men morgunmaturin í morgun varð illa órógvaður av vátaslettinginum, sum sló á rútin. Myrkt kalt og óunniligt innan langa biltúrin inn á Skálafjørðin og út á Toftir. Men rennarar – og serliga vetrar-rennarar – eru harðført fólkaslag, so tað er einki, sum eitur at setast aftur.

Okkurt nosið var norðureftir. Men so hvørt bilurin nærkaðist Toftum, gjørdist veðrið alt betri og betri, og tá renningin endiliga varð skotin í gongd, var av frægasta renniveðri.  Fýra gentur og tveir dreingir byrjaðu á Rituvíkarvegnum, samstundis sum 57 menn og kvinnur løgdu til brots í Neshagan, niðan á Agnið.

13 ára gamli Gunnar Sivertsen úr Treysti rann sera væl, og kom á mál við frálíku tíðini 18.45 min – 4 min. frammanfyri vinnaran í fjør, Steingrím Hallsson, sum fekk livurhøgg og mátti ganga ein part av teininum. Løgið nokk gjørdist  vinnaratíðin hjá Gunnari nett tann sama sum vinnaratíðin hjá Steingrími í fjør. Oddvør Josephsen hevur júst fingið aldur at renna við í Vetrarkappingini, og hon vildi fegin vísa teimum eldru gentunum, hvør dugur er í henni. Hon legði hart út, og lá á odda út um Saltnes. Tá fóru kreftirnar at ganga undan, og tað eydnaðist Sáru Debesardóttir úr Bragdinum at fara framvið henni. Við tíðini 21.20 betraði Sára tíðina frá í fjør við tveimum minuttum! Oddvør kom á mál 19 sekund aftaná, og fekk tíðina 21.39. Rutt Gregersen úr Treysti rann eisini sína fyrstu Vetrarkapping, og við tíðini 22.57 eydnaðist henni at vinna bronsu frammanfyri Hildur Poulsen, sum eins og Sára skar heilar tveir minuttir av tíðini í fjør.

Sára Debesardóttir vann gentubólkin, og skar samstundis heilar tveir minuttir av tíðini frá í fjør.

Tað gjørdist talan um eitt trímannalið, sum merkti oddin niðan á Agnið. Afturvendi Marnar Djurhuus, sum rann sína fyrstu kapping efitr FM ½maraton í vár, formsterki Marnar Pattinson úr Treysti og Niels Poulsen úr Bragdinum. Hóast ein bólkur við Guttormi Sørensen, Rúna Seloy, Einari Gregersen og Regin Joensen elti teir væl niðan brekkuna, varð eingin sum kundi skala Marnar Djurhuus. Hóast tað enn ikki er blivið til tað villa við venjing eftir eitt summar við skaða, var hann við 37.24 min bert sjey sekund frá vinnaratíðini í fjør. Marnar Pattinson vísti stóra styrki og bleiv nummar tvey við 38.48. Mál hansara var at koma undir 40 minuttir á fyrsta sinni, so hetta var vorið sum renning hjá honum. Eisini Niels Poulsen knústi 40 min markið og fekk eitt flott triðjapláss við 39.13.


Marnar Pattinson hevði ein sera góðan dag. Silvur í opna bólkinum.

Tað var ikki tann stóri spenningurin um fyrsta plássið hjá kvinnunum. Einasti kvinnuunglingur í dag, Rebekka Fuglø, gjørdist eisini greiður vinnari við 46.16. Nr. 2 við 49.16 gjørdist Tórvør Vang, sum basti veteranin Ellu Áarstein við 49.54. Ella vann tó greitt kappingina hjá kvinnuveteranunum. Her gjørdist Lydia Gardar nr. 2 við 54.43 og Elin í Haraldsstovu nr. 3 við 56.31.


Ella Áarstein kemur á mál við einum rimmar spurti. Hon vann sær tvey heiðursmerki.

Vanliga hava fremstu veteranarnir hjá monnum blandað seg rættiliga væl uppí kappingina í opna bólkinum. Og við sjey nýuppfluttum veteranum var hugsandi, at gongdin fór at halda á. Men so var ikki í dag. Sterku veteranarnir Henry Olsen og Borgar Biskopstø vóru ikki við í dag, so tað var eitt heldur yngri lið enn vanligt, sum myndaði oddin. Ja, heilir fýra unglingar vóru frammanfyri fremsta veteranin! Tað var sjálvandi Marnar Djurhuus, sum vann uglingabólkin. Rúni Seloy gjørdist nr. 2. Hann var ikki so langt frá bronsuni í opna bólkinum, har hann bleiv nr. 4 við 39.31. Einar Gregersen úr Treysti vann bronsuna. Hann rann eisini væl, og var nummar 6 í opna bólkinum við 40.39. Unglingur nummar 4 var Regin Joensen. Eisini hann hevði ein góðan dag, og bleiv nr. 7 í opna bólkinum.

Tað var ikki langt millum veteranarnar, sum komu á sigurspallin. Nr 8, 11 og 12 blivu teir í opna bólkinum. Fyrstur var nýuppflutti Hallur Holm við 41.50 min, síðani kom Heini Gregersen við 42.38 og triðjur var Debes H. Christiansen við 42.50. Eisini superveteranarnir hava fingið nýggja mótstøðu, nú Pól Sundskarð er blivin 55. Hann legði seg á odda, men við ítróttarhøllina í Runavík, fór Jens R. Weihe fram við honum, og vann enn ein sigur hjá superveteranunum. Jóannes Ortind gjørdist nr. 3 í kapping við Gunnar Simonsen. Tíðirnar hjá teimum trimum vóru 43.05, 43.21 og  49.16.

Eftir renningina var hugnaløta við kaffi, køkum og heiðursmerkjahandan í skúlanum.  Takk til Arnfinn og co fyri frálíka uppvartan, takk til Nes Kommunu fyri heiðursmerki og takk til Gutta og Ingun fyri stak góða fyriskipan. Takk til allar rennararnar fyri ein góðan dag. Næsta umfar av Vetrarkappingini verður 8. desember


Hugnaløta og hugnaprát. Kaffi køkur og heiðursmerki. Frálík løta í skúlanum eftir lokið stríð.

Arnfinn hevði sanniliga uppiborið heiðursmerki í dag.  Aftanfyri er tað Niels Poulsen, sum smílist.

 
Man KANN lúgva seg undan føðibrævinum. Pól, Jens og Jóannes – ungir menn í elsta bólkinum.

0 comment
0

Related Articles