Home Nýggjastu tíðindi 7- og 10 kampur fyri fyrstu ferð í Føroyum.

7- og 10 kampur fyri fyrstu ferð í Føroyum.

by Hallur Holm

Leygar- og sunnudagin skipaði Hvirlan fyri fyrstu fleirkampum nakrantíð í Føroyum í innanfelagskapping á Tórsbreyt. Ein orsøk at ikki hevur verið kappast í fleirkampi, er ivaleyst tí at ikki hevur borið til at leypa stangarlop. Hendan turpulleikan loystu tey í Hvirluni við at grava hol í grasvøllin til stongina, og brúka hæddarlopsmáttuna. Langt frá gott, men mangt er í neyðini nýtt.


Rúni Jacobsen fyrsti 10-kampsvinnari í Føroyum.

Tað eru nakrir íðkarar í Føroyum, sum hava rættiliga góða styrki innan fleiri kappingargreinar. Lítið er at ivast í, at Øssur Debes Eiriksfoss man vera ein av allarbestu, men eisini Hallur Simonsen hevur víst stóra all-round styrki í summar. Men Øssur er ikki í Føroyum, og Hallur var bert við til nakrar heilt fáar kappingar. Ístaðin var tað Rúni Jacobsen, sum gjørdist fyrsti vinnari av einum 10-kampi í Føroyum. Hóast Rúni bert vann tvær av teimum 10 kappingunum, gjørdist sigurin rættiliga tryggur, og Helgi Geyti, sum vann fimm kappingar mátti taka til takkar við 2. plássið. Trygvi Laksafoss gjørdist nummar trý.

Úrslitið frá kappingini sæst her: http://www.hvirlan.fo/wp-content/uploads/2013/09/hvirlukampur-2013-MD1.pdf.

Stangarlop á Tórsbreyt
Helgi Geyti vann fimm kappingar. M.a. stangarlop, har hann kom upp um 1,90. Viðmerkjast má, at hetta var ikki við stangarlopsstong, men við einum tilgjørdum træpinni.

Hjá gentum og kvinnum var tað ikki óvæntað Marita K. Petersen, sum stóð seg best. Tá samanum kom, hevði h0n vunnið allar sjey kappingargreinarnar, og endaði við 3.403 stigum. Louisa Svabo, Tinna Berg Jørgensen og Bjørk R. Svabo komu rættiliga javnar á næstu plássunum. Úrslitið frá 7-kampinum sæst her: http://www.hvirlan.fo/wp-content/uploads/2013/09/hvirlukampur-2013-GK.pdf


Marita Káradóttir vann allar kappingargreinarnar. M.a. við einum góðum 200 m, har hon vann á Tinnu B. Jørgensen.

Í skrivandi løtu veit eg ikki, um úrslitini kunnu góðkennast sum føroysk met. Eingi føroysk met eru skrásett í fleirkampi. Og um tað eitur 7- og 10 kampur ella okkurt heilt annað, mugu vit eisini finna út av. Í øllum førum er tað sera gleðiligt, at Hvirlan hevur sett skjøtul á.

Lesið meira um kappingina og hyggið eftir myndum frá kappingini á www.hvirlan.fo

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Heri Ziska 18.09.13 - 14:03

Tað er rætt at Rúni “bert” vann tvær av greinunum, men 10-kampurin er ein spurningur um at hava javnt góð úrslit í øllum greinum. Tað krevur nógv at prestera 10 ferðir innanfyri ca 27 tímar, sum tíðuliga sást á luttakarunum móti endanum. Tí haldi eg ikki tað er rætt at taka heiðurin fyri úrsliti frá honum vegna forvantaði úrslit hjá øðrum hvirlum, sum ikki luttóku hesaferð.

Annars nýttu Helgi og Louisa senior reiðskap, meðan tey yngru nýttu reiðskap, ið hoyrir teirra aldursólki til. Tí kunna úrslitini ikki samanlíknast beinleiðis.

Comments are closed.