Home Nýggjastu tíðindi Á venjingarlegu í Kenya

Á venjingarlegu í Kenya

by Hallur Holm

 

Leygardagin kom Marna Egholm heim aftur av spennandi venjingarlegu í Kenya. Venjingarlegan fór fram í døgunum 5. – 20.februar í Ngong Hills, nær við høvuðsstaðin Nairobi.  Marna var við einum donskum ferðaliði við 17 øðrum rennarum, m.a. norðurlendska meistaranum í lendisrenning, Abdi Hakim Ulad og sterku Silvia Kiberenge (1.12 á ½maraton). Erling Worm, venjari í Køge Atletik var høvuðsfyriskipari av túrinum.

Kenya9
Danski hópurin og venjarar

Ngong Hills liggur í 2.000 metra hædd, og haðani kundi rennast niðan á 2.600 metrar. Hetta er fyrstu ferð, at Marna roynir hæddarvenjing, og hon var sum vera man spent. Tað var sera hart at renna fyrstu dagarnar. Pulsurin var sera høgur og hon hevði ilt við at fáa luft. Aftaná fyrstu fimm dagarnar byrjaði úthaldnisvenjingin at ganga væl, meðan tað framvegis var sera hart at renna intervallir. Og aftaná eina viku gekk væl at renna niðan á 2.600 metrar, tó at teir seinastu 150 hæddarmetrarnir vóru ómetaliga tungir.

Kenya8
Ikki so galið at renna í shorts og toppi hesa ársins tíð

Saman við donsku rennarunum vóru eisini 50 aðrir rennarar. Og so avgjørt ikki hvør sum helst! Hvør minnist ikki Patrick Makau, sum til Berlin Marathon í 2011 setti heimsmet við 2.03.38 tímar? Og Lucy Kabuu, sum hevur umboðað Kenya á tveimum olympiskum leikum og runnið 5.000 m uppá 14.33 min og sum hevur runnið maraton uppá 2.19 tímar. Sera forkunnugt og spennandi at venja við slíkum heimsstjørnum!

Kenya4
Marna saman við Patrick Makau, sum so seint sum í 2011 setti heimsmet í maraton.

Venjing var tvær ferðir hvønn dagin. Tann harða venjingin var kl. 06.30 á morgni, og seinnapartar var restitutiónsvenjing við longum túrum uppá 28-35 kilometrar onkrar dagar. Tað var eitt sindur øðrvísi at renna. Hiti, støv, brekkur og ókent renniundirlag var alt ein eyka avbjóðing. Tað er vetur í Kenya nú, og hitin var frá 15 – 25 stig, og tíbetur var eisini ofta skýggjað. So tað kundi verið verri.

Kenya
Teir 70 rennararnir runnu í hóskandi bólkum til venjingarnar. Her sæst Marna næstfremst

Øll hendan venjingin krevur eisini sína hvíld. Songartíð var longu kl. 20-21 og útpurring kl. 06. Vóru rennararnir tað besta av tí besta, so kann ikki sigast tað sama um umstøðurnar annars. Marglæti var ein fjarskotin býur. Til matna vóru bønir, majsbollar, spinat, grønkál og ymiskt annað grønmeti, pilau, pannukøkur og chabati, sum minnir nakað um kleynir og holukøkur.

Kenya5
Ikki so galið at gnaska majs eftir harða venjing

Uttan fyri Nairobi liggur eisini størsti fátækrabýlingur í Afrika. Her var alt ferðaliðið og vitjaði, og har skipaðu tey fyri einum rennitiltaki fyri tey ungu í fátækrabýlinginum. Ein útferð var eisini gjørd, har tey fóru at hyggja eftir National Cross Country, har bestu rennararnir í Kenya kappaðust í lendisrenning. Marna hevur fingið at vita, at hon sleppur at luttaka har næsta ár, um hugur er til tess.

Kenya3
Eingin veit, hvussu nógv búgva í fátækrabýlinginum Kibera. Tøl úr 200.000 heilt uppí 1.200.000 verða nevnd.

Kenya2
Blikkskúrarnir í Kibera eru ikki tað mest lívsjáttandi tú kanst síggja

Marna er ein av íðkarunum undir skipanini Úrval hjá ÍSF, og stuðulin úr Úrvali hevur gjørt sítt til, at hendan venjingarlegan kundi gerast veruleiki. Marna kom heim aftur í øllum góðum. Nú verður spennandi at síggja effektina av hæddarvenjingini. DM í 10 km landaveg, FM í 10 km landaveg og NM í 10.000 m á breyt. Hetta eru m.a. komandi kappingarnar, sum skulu vísa úrslitið.

 

 

0 comment
0

Related Articles