Home Nýggjastu tíðindi Absalon Hansen í fínt selskap!

Absalon Hansen í fínt selskap!

by Hallur Holm

Nú um dagarnar datt áhugavert bræv um dyrnar hjá FÍF. Brævið var frá felagnum “Athletics Friends”, sum er altjóða felagsskapur við serligum atliti til søguna innan frælsan ítrótt. Ein felagsskapur, sum heldur enn at lata søguna doyggja, roynir at endurnýggja søguna við at fáa fyrr so stolt nøvn fram í ljósmála aftur. Annaðhvørt ár skipar hesin felagsskapur fyri serligari kapping fyri íðkarar innan frælsa ítróttin, sum hava gjørt okkurt heilt serligt.

Kappingin í ár verður á traditiónsríka Bislet Stadion í Oslo, og Absalon sigur seg gleða seg sum eitt smábarn, tí tað altíð hevur verið hansara dreymur at renna á Bislet, har hann sjávur hevur sæð mangt eitt heimsmetið í langteinarenning falla. Orsøkin til at valið er fallið á júst Absalon, er at hann er einasti maður, sum hevur vunnið maraton á oyggjaleikum, og er tí rættiliga serstakur, hóast maraton bara varð runnið ta einu ferðina. Orsøkin til at felagsskapurin fekk eyguni upp fyri Absalon var at David Chupku, sum er skrivari hjá Athletics Friends, heima í húsum sínum í Luton, sá sjónvarpssendingina hjá Søren Ryge, har tað í sendingini sær út til at Absalon rennur helvtina av Streymoynni í gummistivlum. Tá tað so kom fram í sendingini, at Absalon eisini hevði verið føroyskur meistari í súkkling, telving, fótbólti, borðtennis, badminton, rógving, seyðahundaføring, judo og lop um hest, var leyst og liðugt: Absalon skuldi til Bislet! 

Tað verða nógv stór nøvn við í kappingini. Millum annað verður amerikanski sprintarin Carl Lewis eisini við. Hann slapp við fyri at hava vunnið 100 m, 200 m, longdarlop og 4×100 m á olymisku leikunum í Los Angeles. Wilson Kipketer, danski kenyanarin, sum hevði heimsmet á 800 m í fleiri ár verður við á Bislet. Fyri at skapa enn meira umrøðu av tiltakinum hava Athletics Friends bjóðað HM-toppskorarunum í fótbólti í 1982 og 1990 við til kappingina. Tað er teir báðir italiumenninir Paolo Rossi og Salvatore Scilacci.  Avgjørt er, at teinurin, sum skal rennast er 250 metrar. Hetta fyri at allir hava nøkulunda eins góðar møguleikar at vinna.

Spurdur um hvørjar møguleikar Absalon heldur seg hava, sigur hann, at hann ætlar sær í øllum førum at vinna á Carl Lewis, tí seinast hann sá hann, sá hann eitt sindur gamal og tjúkkur út. “Og so havi eg ongantíð tapt móti einum fótbóltsleikara” leggur Absalon afturat, tá vit spyrja hann, um hann hevur nakran møgleika móti HM-toppskorarunum. Tá so prátið fellur á møguleikarnar móti Wilson er Absalon meira ivasamur. “Nú renna vit bara 250 metrar, men hevði tað verið eitt sindur longri, hevði eg heilt sikkurt havt góðan møguleika. Eg plagi at renna 400 metra intervallir á rennibandinum, við ræðuliga nógvari ferð. Komandi vikurnar fari eg at seta tað niður á 300 metrar og renna enn skjótari, so Wilson skal heldur ikki føla seg ov tryggan. Og hvør sigur at hann er í form?”, endar Absalon samrøðuna.


Absalon leygardagin.

Kappingin verður dýra biðjidag. Fyri at veita Absalon fullan stuðul, hevur nevndin samtykt, at hon fer fullmannað til Bislet at standa aftanfyri royndirnar hjá Absalon at vinna hesa forkunnugu kapping. Hetta eisini fyri at profilera FÍF meira og skapa nýggj sambond, sum seinni kunnu vísa seg at at vera gull verd. Eftir kappingina fer ferðalagið á skíferð í Hemsedalen, og verður heima aftur 14 dagar seinni. 

Tey, ið síggja norskt TV2 kunnu gleða seg, tí har vísa teir kappingina beinleiðis.

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Herborg Mikkkelsen 01.04.13 - 14:01

Ein heilsan frá mær. Sjålvandi vinnur tù. Minst bara til at vera gõður ið teg sjālvan eisin.
Ert tû tjûkkibolli ā hesi myndini ? 😉
Alt tað besta 🙂

Elsa Berg 04.04.13 - 08:11

handan var góð altso! hahah

Comments are closed.