Home Nýggjastu tíðindi Alda og Elisabet nærkast 100 m – metinum

Alda og Elisabet nærkast 100 m – metinum

by Hallur Holm

Síðani Elin Rasmussen setti føroyska metið á 100 m í 1994,  hevur tað verið sera sjáldan, at nakar hevur hótt hetta metið. Eftir el-tíðin varð tikin í nýtslu í 2009, hevur eingin verið nær við. Tíðin hjá Elini er hondstøðgað tíð, men lítið er at ivast í, at tíðin er røtt og eftirfarandi. Elin var óvanliga kvik og hevði eisini onkra tíð heilt niðri á 12,6 sekundum við ov nógvum vindi. “Jólakalendarin” hevði í 2013 hesa greinina um Elin Rasmussen.

Men nú sær út til at okkurt er við at henda. Fyrst var tað Margit W. Fríðmundsdóttir, sum í TF Stórkappingini rann 13,54 sekund, sum er javnsett við metið hjá Elini. (24/100 sek skulu leggjast afturat hondstøðgaðari tíð fyri at samanbera) Til VU-Spelen rann Alda S. Lamhauge 13,55 sek, sum sostatt bert var 1/100 part frá metinum. So nú var okkurt, sum bendi á, at nógv tað elsta kvinnumetið fór at standa fyri falli.

jatnatøk 2016 alda elisabet
Jøvn og spennandi kapping, og samstundis allarbestu tíðir. (mynd: Hvirlan)

Hósdagin skipaði Hvirlan fyri Jatnatøkum á Tórsbreyt, har eisini tvær av okkara allar skjótastu vóru við. 18 ára gamla Alda S. Lamhauge úr Hvirluni og 15 ára gamla Elisabet Holm Simonsen úr Bragdinum runnu eina javna og spennandi kapping, har Alda átti munin til seinast. Men tíðirnar hjá báðum tveimum vóru sensationellar. Alda fekk 13,23 og Elisabet 13, 30 sekund. Mær vitandi bestu tíðir, sum eru tiknar við el-tíðini! Tó vísti vindmátarin +2,7 so tíðirnar kunnu ikki skrásetast sum met. Við serligum umrokningarfrymlum er tó greitt, at eisini uttan vind í bakið, so stendur metið nú og rillar. Spurningurin er bara, hvør tað verður, sum fyrst fær hendur á tí, Alda, Margit ella Elisabet. – ella kanska onkur heilt onnur?

Her sæst filmsuppøka av kappingini. Heri Ziska eigur upptøkuna

Lagt varð eisini upp til spennandi kapping hjá monnunum, men avboð frá besta føroyinginum í løtuni, Rúna Jacobsen, tók eitt sindur av spenninginum. Tó skuldi gerast spennandi at síggja afturvenda Hans Jacobsen, nú í reyða Hvirlubúnanum, royna seg aftur, eftir nøkur ár uttan fyri reyðu geilarnar. Hans sá út til at renna heilt væl, men hann kundi tó einki gera við Tummas N. Arge, sum sá út til at fáa alt at virka. Tí var tað so sera keðiligt, at el-tíðin sveik, og vit ikki fingu tíðirnar frá hesi kappingini. El-tíðin fekst ikki at virka aftur, og nýggj kapping var tí avlýst.

Her sæst kappingini hjá monnunum. Upptøkuna eigur Heri Ziska.

Raðfylgjan er annars henda:
1. Tummas N. Arge
2. Hans Jacobsen
3. Dánjal D. Ljósheim
4. Hanus Jóhansson
5. Pauli Jóhannesen
6. Kristian M. Garðalíð

Kappast varð eisini í longdarlopi, trístøkki og spjótkasti hóskvøldið. Harmiligt, at ikki fleiri taka undir við hesi kappingini, nú veðrið er til góðar kappingar og góð úrslit. Øll úrslitini:

100 m g 14-15 + kv. (+2,0)
1. Lý Høgnadóttir 14,63 (g 14-15)
2. Andrea K. Møller 14,72 (g14-15)
3. Lydia Simonsen 15,20 (g 14-15)
4. Maiken Olsen 17,77 (kv.)

100 m g 14-15 + kv. (+2,7)
1. Alda S. Lamhauge 13.23 (kv)
2. Elisabet H. Simonsen 13,30 (g 14-15)
3. Theresa Bláhamar 14,05 (g 14-15)

Spjótkast g 14-15 (500 gr)
1. Sunniva Bogadóttir 23,11
2. Lydia Simonsen 21.93

Spjótkast d 14-15 (600 gr)
1. Bárður Jóhansson 25,27

Longdarlop g 14-15
1. Elisabeth H. Simonsen 4,52

Trístøkk g 14-15
1. Andrea K. Møller 9,59

Trístøkk g 16-17
1. Tinna Berg Jørgensen 9,74

Longdarlop dr. 16-17
1. Dánjal D. Ljósheim 4,65
2. Tóki Bak Sørensen 4,55

Myndasavn og frásøgn á heimasíðuni hjá Hvirluni – www. hvirlan.fo

 

 

 

0 comment
0

Related Articles