Home Nýggjastu tíðindi Altjóðakappingin Jatnatøk verður 4. august

Altjóðakappingin Jatnatøk verður 4. august

by Hallur Holm

Triðja árið á rað fer Hvirlan at fyriskipa Jatnatøk, har teir bjóða luttakarum úr øðrum londum við. Kappingin verður á Tórsbreyt leygardagin 4. august. Í ár hevur eydnast at fáa luttakarar úr Danmark, Svøríki og Íslandi at koma hendanvegin. Vónandi verða eisini nógvir føroyingar, sum taka dystin upp við sínar norðurlendsku kappingarneytar. Í øllum førum er møguleiki at fáa góða kapping, og harvið eisini møguleika fyri einum góðum úrsliti.

Kappingar eru bæði til børn og vaksin – yvirlitið sær soleiðis út:

  • 80 m: 12-13 ár
  • 100 m: 14-15 ár, 16-17 ár, vaksin
  • 800 m: 14-15 ár og vaksin
  • 5.000 m: vaksin
  • 400 m hekk: kvinnur
  • Longdarlop: vaksin
  • Trístøkk: 14-15 ár, dreingir
  • Hæddarlop: vaksin
  • Spjótkast: 14-15 ár, 16-17 ár og vaksin
  • Kúlustoyt: 14-15 ár, 16-17 ár og 18-19 ár dreingir

Har einki er tilskilað, er kappingin fyri bæði kynini. Kappingarnar hjá teimum yngru byrja kl. 11.00, meðan tey vaksnu byrja at kappast kl. 14.00. Kappingingarnar enda kl. 17.00, tá ársins jøtun og ársins jøtna verða kosin. Tað eru besta úrslit hjá monnum og kvinnum á altjóða stigatalvuni, sum avger hetta.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til: hvirlan@hvirlan.fo. Viðmerkjast skal fornavn, eftirnavn, føðiár, felag, kappingargrein, persónligt met, og ársbesta. Kostnaðurin er 30 kr. fyri hvønn startin.

Lesið meira um Jatnatøk á www.hvirlan.fo

Jatnatøk 2012

 

 

0 comment
0

Related Articles