Andrias við topp-tíð í Top Run

Skrivað hevur

Tað var gott veður og gott lag, tá Top Run varð runnið á 15. sinni í dag. Vanliga hevur hendan kappingin verið sera væl vitjað við upp móti 100 luttakarum. Men hesi bæði seinastu árini hava verið undir 50 luttakarar. Men teir fingu allir eitt gott upplivilsi og eina góða kapping, og áskoðararnir fingu eisini góða renning og spenning.

Andrias Hansen úr Bragdinum gjørdi bart hjá monnunum. Hann helt avstað undan hinum frá fyrsta feti, og økti allan vegin niðan á Sornfelli, har hann kom á mál í næstbestu tíð nakrantíð á hesum teininum. Tíðin var 44.02 min, og er bert ein minutt frá metinum hjá Marnari Djurhuus.

Top Run 2017 menn minus 40
Andrias Hansen vísti stóra styrki sum brekkurennari. Her saman við Dánjali Dahl Ljósheim, (v.m.) og Hans Erlandi Thomsen (h.m.)

Martin Gravesen og Sam Vang vóru leingi javnir á øðrum plássi, men komnir í brattan, fór Martin undan, og gjørdist nummar tvey. Í Top Run verður bert kappast í tveimum bólkum –  yvir og undir 40 ár. Úrslitini hjá monnum:

Top Run 2017 menn +40
10 sigrar í 12 royndum, hevði Kongurin av Sornfelli, Sam Vang, innan dagsins kapping. Men í dag mátti hann taka til takkar við triðja pláss, og annað pláss í bólkinum +40 ár, har Martin Gravesen vísti styrki í brekkunum. Hjalmar Sjóvará var ikki langt aftanfyri á triðja plássi

Menn +40 ár
1. Martin Gravesen, Bragdið, 47.01
2. Sam Vang, Bragdið, 48.57
3. Hjalmar Sjóvará, Bragdið, 49.34

Menn -40 ár
1. Andrias Hansen, Bragdið, 44.02
2. Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan, 51.28
3. Hans Erland Thomsen, Bragdið, 54.01

Spenningurin var stórur um fyrsta plássið hjá kvinnunum. Sigrun Kallsoy Kristiansen var á odda, men bleiv alla tíðina trýst av Ingu Thorkildshøj. Men hvørjaferð Inga hevði hug at nærkast, helt Sigrun aftur undan, og var at enda ein hálvan minutt framman fyri.

Top Run 2017 kvinnur
Sigrun og Inga fara samstundis í brøttu brekkurnar, og høvdu ein spennandi tvídyst

Petra Weihe Mikkelsen úr Roysninum var frá byrjan til enda á triðjaplássi, og vann bólkin +40 ár. Í hesum bólkinum var rættiliga javnt um næstu plássini.

Kvinnur -40 ár
1. Sigrun Kallsoy Kristiansen, Bragdið, 1.00.59
2. Inga Thorkildshøj, Bragdið, 1.01.30
3. Herdis Ludvig, Bragdið, 1.05.36

Top Run 2017 kvinnur minus 40
Fremstu kvinnurnar undir 40 ár. Frá vinstru: Inga Thorkildshøj, nr. 2, Sigrun Kallsoy Kristiansen, vinnari, og Herdis Ludvig nr. 3

Kvinnur +40 ár
1. Petra Weihe Mikkelsen, Roysnið, 1.04.10
2. Elisabeth Larsen, Bragdið, 1.06.48
3. Heidi Jógvansdóttir, Bragdið, 1.07.35

Top Run 2017 kvinnur +40
Fremstu kvinnurnar +40 ár: F.v.: Elisabeth Larsen, nr. 2, Petra Weihe Mikkelsen, vinnari og Heidi Jógvansdóttir, nr. 3

Øll úrslitini síggjast her

Myndirnar hevur Beinta Nygaard tikið.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>