Í fagrasta veðri varð Tórhavn Marathon runnið í dag. Methøgt luttakaratal, metnógvir útlendingar, metnógvir áskoðarar og metgott veður. Og rutumet í bæði heilum og hálvum maraton.
Stúgvandi fult av fólki í gongugøtuni og á Vaglinum, tá Tórshavn Marathon 2017 varð skotið avstað (mynd: Bragdið – faroefoto)
FM í maraton er partur av Tórshavn Marathon. Føroyameistari hjá monnum gjørdist Andrias Hansen úr Bragdinum, sum luttók fyri fyrstu ferð síðani 2009, tá tað eisini endaði við einum FM-heiti. Á øðrum plássi kom Cecil Weihe úr Bragdinum og á triðja plássi kom Martin Gravesen, eisini úr Bragdinum. Hesir tríggir eiga tilsamans 11 av teimum tilsamans 15 FM-heitunum, sum eru vunnin, síðani FM varð hildið á fyrsta sinni í 2003.
Hjá kvinnunum var tað Hallbjørg Danielsen úr Roysninum, sum vann FM heitið í kapping við liðfelagan úr Roysninum, Petru Mikkelsen. Sunneva Olsen úr Bragdinum gjørdist nr. 3. Hetta var fyrsta FM heitið hjá Hallbjørg, sum annars bleiv nr. 3 til FM í hálvum maraton.
Hallbjørg kemur pressandi seinastu metrarnar móti málinum, og verður á fyrsta sinni føroyameistari í maratonrenning.
Meira um Tórshavn Marathon í aðrari grein sunnudagin.
FM úrslitini síggjast niðanfyri.
FM kvinnur opin bólkur | |||
1 | 4.17.07 | Hallbjørg Danielsen | Roysnið |
2 | 4.19.44 | Petra Weihe Mikkelsen | Roysnið |
3 | 4.25.44 | Sunneva Olsen | Bragdið |
4 | 4.29.45 | Birita Samuelsen | Bragdið |
5 | 4.33.02 | Kristín Baldvinsdóttir | Bragdið |
6 | 4.43.08 | Elisabeth Larsen | Bragdið |
7 | 4.49.54 | Beinta Nygaard | Bragdið |
8 | 4.53.29 | Kitty May Ellefsen | Bragdið |
9 | 4.59.29 | Ruth Winther | Bragdið |
FM kvinnur veteranar | |||
1 | 4.29.45 | Birita Samuelsen | Bragdið |
2 | 4.43.08 | Elisabeth Larsen | Bragdið |
3 | 4.49.54 | Beinta Nygaard | Bragdið |
4 | 4.53.29 | Kitty May Ellefsen | Bragdið |
5 | 4.59.29 | Ruth Winther | Bragdið |
FM kvinnur superveteranar | |||
1 | 4.25.44 | Sunneva Olsen | Bragdið |
FM menn opin bólkur | |||
1 | 2.55.03 | Andrias Hansen | Bragdið |
2 | 2.56.07 | Cecil Weihe | Bragdið |
3 | 3.00.28 | Martin Gravesen | Bragdið |
4 | 3.21.56 | Niels Poulsen | Bragdið |
5 | 3.21.56 | Jóhan E. Simonsen | Bragdið |
6 | 3.29.03 | Jonhard Larsen | Treysti |
7 | 3.31.46 | Herluf Jakobsen | Bragdið |
8 | 3.45.30 | Hermann Mortensen | Bragdið |
9 | 3.50.26 | Dan Kruse Thomsen | Bragdið |
10 | 3.58.01 | Albert Johansen | Frælsi |
11 | 3.59.48 | Rói Nolsøe | Bragdið |
12 | 4.02.05 | Uni Svabo Joensen | Frælsi |
13 | 4.10.35 | Herluf Hansen | Bragdið |
14 | 4.11.59 | Paul Kragesteen | Bragdið |
15 | 4.14.06 | Kári Simonsen | Bragdið |
16 | 4.21.19 | Mogens F. Petersen | Treysti |
17 | 4.34.40 | Regin Arge | Hvirlan |
18 | 4.36.20 | Bogi Hanusarson Højgaard | Bragdið |
19 | 4.42.28 | Sofus Poulsen | Frælsi |
20 | 4.51.27 | Hilmar Høgenni | Bragdið |
21 | 6.31.07 | Regin Jóanesarson | Bragdið |
22 | 6.35.57 | Hans Birgir Hansen | Bragdið |
23 | DNF | Helgi Johannessen | Roysnið |
FM Menn veteranar | |||
1 | 2.56.07 | Cecil Weihe | Bragdið |
2 | 3.00.28 | Martin Gravesen | Bragdið |
3 | 3.21.56 | Jóhan E. Simonsen | Bragdið |
4 | 3.29.03 | Jonhard Larsen | Treysti |
5 | 3.31.46 | Herluf Jakobsen | Bragdið |
6 | 3.58.01 | Albert Johansen | Frælsi |
7 | 3.59.48 | Rói Nolsøe | Bragdið |
8 | 4.02.05 | Uni Svabo Joensen | Frælsi |
9 | 4.11.59 | Paul Kragesteen | Bragdið |
10 | 4.34.40 | Regin Arge | Hvirlan |
11 | 4.42.28 | Sofus Poulsen | Frælsi |
12 | 4.51.27 | Hilmar Høgenni | Bragdið |
13 | DNF | Helgi Johannessen | Roysnið |
FM Menn superveteranar | |||
1 | 4.14.06 | Kári Simonsen | Bragdið |
2 | 6.31.07 | Regin Jóanesarson | Bragdið |
3 | 6.35.57 | Hans Birgir Hansen | Bragdið |
1 comment
[…] http://fif.fo/tidindi/andrias-og-hallbjorg-foroyameistar-i-maraton/ […]
Comments are closed.