Í dag var so seinni dagurin í Hvidovre, har kappingin um danmarksmeistaraheitið fyri ung er um vikuskiftið. Og tað var í dag, at Bjørk skuldi liva upp til leiklutin sum favorittur á yndisgrein hennara, sum er 3000 metrar. Og her var eingin slingur í valsinum. Sjálvt um Bjørk ikki rann sína bestu tíð, endaði hon 43 sekund ella umleið 200 metrar frammanfyri nr. 2. So nú er Bjørk danskur meistari á 3000 metrum bæði innan- og uttandura!
Bjørk Herup Olsen rennur 3.000m
Jan Elmar Sørensen setti punktum fyri føroysku luttøkuna, tá hann royndi seg á 5000 metrum. Hann kom inn á 10. plássi við persónligum meti, sum nú er 17.24,31 min.
Jan Elmar Sørensen rennur 5.000m
Alt í alt ein sera væleydnað kapping, har vit fingu 3 gull-heiðursmerki, 1 silvur og eitt úr bronsu. Harafturat setti Rebekka føroyskt met á 300 m, umframt at 5 persónlig mett vórðu sligin.
Myndir: Guttorm Sørensen