Home Nýggjastu tíðindi Bjørk Herup Olsen nominerað!

Bjørk Herup Olsen nominerað!

by hziska

Eitt panel við ítróttarjournalistum gjørdi í gjár sína tilnevning til ársins ítróttarbragd hjá Kringvarpinum, og har fekk rennarin Bjørk Herup Olsen 4 stig og endaði á einum deildum fjórða plássi. Hon er í góðum selskapi við tað at Pál Joensen (svimjing), Katrin Olsen (rógving) og Joan Bláfoss (triatlon) gjørdust ávikavist nummar 1, 2 og 3, meðan greipuvinnararnir í fótbólti hjá monnum, EB/streymur, fingu eins nógv stig sum Bjørk á fjórða plássinum.

Í dag kemur so ein atkvøðugreiðsla hjá Kringvarpinum, har  føroyingar kunna atkvøða fyri tí íðkara,  tey halda hevur uppiborið heiðurin fyri ársins ítróttarbragd.

Frælsur Ítróttur Føroya ynskir Bjørk tillukku við nomineringini, og heldur at Bjørk væl og virðiliga hevur uppiborið henda heiður fyri tað harða arbeiðið hon hevur lagt í sína venjing og tey góðu úrslitini hon hevur fingið við 13 føroyskum metum, 2 danmarksmeistaraheitum og luttøku á donskum ungdóms landsliðið í 2008.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur 18.12.08 - 11:34

Samdur í hetta er uppiborið. Bjørk hevur ein ótrúliga seriøsan og professionlellan hugburð til sína renning. Vænti at úrlsit hennara verða enn betri komandi summar.

Hjartaliga tillukku við nomineringini, Bjørk.

Hallur

Comments are closed.