Home Nýggjastu tíðindi Bjørk Herup Olsen til Europa Cup í Bosnia-Hertsegovina

Bjørk Herup Olsen til Europa Cup í Bosnia-Hertsegovina

by Hallur Holm

Leygardagin fer Bjørk Herup Olsen at vera við í Europa Cup dysti fyri U-19 lið. Góðu úrslitini hjá Bjørk í summar hava fingið danska felagið Helsingør IF at bjóða føroysku gentuni at luttaka á teirra liði. Bjørk verður sostatt ein av teimum 9 gentunum hjá HIF, sum fríggjadagin fyrst flúgva til Wien, síðani til Sarajevo og at enda koyra við bussi til Tuzla, sum er triðstørsti býur í Bosnia-Hertsegovina.

Kappast verður í B-bólkinum, og liðini tær skulu kappast ímóti koma úr Týsklandi, Slovakia, Estlandi og Pólandi. Heimaliðið nevnist Sloboda Technograd. 

Bjørk skal sjálv luttaka í trimum kappingum. Raðfylgjuna kenna vit ikki enn, men kappingarnar verða á 800 m, 3.000 m og 4 x 400 boðrenning. Spennandi verður, um Bjørk enn einaferð megnar at renna upp til sítt besta, og leggja enn okkurt føroyskt met afturat teimum nógvu hon hevur sett hetta kappingarárið.

Vit ynskja Bjørk góða eydnu!

0 comment
0

Related Articles