Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum hevur um vikuskiftið luttikið í norðurlendskum landsdysti í Bergen. Kappingin, ið kallast Nordic Match U20, er kapping í frælsum ítrótti fyri ung. Bjørk, sum umboðaði danska ungdómslandsliðið, varð úttikin at renna 3.000m teinin.
Tað gekk sera væl hjá Bjørk í hesi kapping og kom hon á mál við tíðini 10.19,63 min. ið er nýtt føroyskt met. Gamla metið ið var 10.24,28 min. setti hon sjálv fyrr í summar.
Næsta stóra avbjóðing fyri Bjørk verður, tá hon skal luttaka í DM fyri ung í døgunum 13. og 14. september.