Home Nýggjastu tíðindi Bjørk setti tvey føroysk met í Tårnby

Bjørk setti tvey føroysk met í Tårnby

by Sølvi Reinert Hansen

11 luttakarar frá Bragdinum hava í vikuskiftinum luttikið í kappingini Tårnby games, har teir hava vunnið 2 gull, 1 silvur, 2 bronsu.

Sett vóru fleiri persónlig met, okkurt bólkamet, og tvey Føroysk met.


Bjørk Herup Olsen setti tvey føroysk met um vikuskiftið

Bjørk Herup Olsen setti føroyskt met leygardagin, tá hon rann 800 m uppá 2.22,34 min og fekk silvur heiðursmerki. Gamla metið á teininum, 2.24,90 min, setti Rebekka Fuglø í fjør.

Sunnudagin setti Bjørk so nýtt føroyskt met á 3.000 m við tíðini 10.24,28 miní eini kapping, sum hon vann. Gamla metið, 10.48,95 min, setti Bjørk sjálv í somu kapping í fjør.

Rúni Seloy fekk sera góða tíð á 800 m og 1500 m, avíkavíst 2.08,38 min og 4.34,25 min. Hesi avrik rukku til gull og bronsu. Johannes Kristensen fekk bronsu á 80m forðarenning.

Úrslitini eru at finna á http://amageratletik.dk/staevner/taarnbygames/

0 comment
0

Related Articles