Home Nýggjastu tíðindi Bjørk úttikin til danska ungdómslandsliðið

Bjørk úttikin til danska ungdómslandsliðið

by hziska

Av tí at Føroyar ikki eru blivin limir í altjóða sersambandinum fyri frælsan ítrótt, og undir verðandi umstøðum ikki kunna gerast limir, er einasti møguleiki hjá føroyskum íðkara at luttaka í millumlanda kappingum, at verða úttikin til danska landsliðið. Hetta hevur Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum sum tann fyrsta megna, tá hon bleiv úttikin til at verða partur av dansk/íslenska landsliðnum í samband við norðurlendskan landsdyst í Bergen 16.-17. august í ár. Hóast landsliðið er eitt felags danskt/íslendskt lið, so var tað føroyingurin Bjørk sum átti bestu tíð á 3.000 m teininum.

 

Bjørk hevur vant miðvíst seinastu tvey árini og hevur hóast unga aldurin, sett rættuliga nógv føroysk met á teinum millum 800 m og 10 km hja kvinnum. Harafturat hevur hon vunnið heiðursmerkið í altjóða kappingum í bæðið Íslandi og Svøríki.

 

Bara í 2008 hevur hon luttikið í Reykjavík International, (gull, bronsu og tvey føroysk met), danska innandura meistarheitinum (gull, silvur og tvey føroysk met),  Tårnby Games (gull, silvur og tvey føroysk met), VU-spelen, ið er ein aljtóða kapping við meir enn 5.000 luttakarum (nummar 5 og tvey føroysk met) og DN-Galan Youth í Stockholm (silvur, nummar 4 og tvey føroysk met). Harafturat hevur hon sett met her heima á 5.000 m og 10 km.

 

Tað sum er vert at hava í huga tá ein sær úrslitini hjá Bjørk í kappingum uttanlanda, er at hon hevur vant á vegnum og á rennibandi, meðan hennara kappingarneytar allar hava vant á breyt. Tí er tað vantandi at hon kemur at takað enn eitt stórt stig framá tá Tórsbreyt verður tikin í nýtslu og hon sostatt fær líknandi umstøður sum kappingarneytarnir.

 

Frælsur Ítróttur Føroyar (FÍF) stuðlar Bjørk í hennara royndum at náða enn betur úrslit, og vónar at henda úttøkan kann verða við til at motivera hana til at halda áfram við miðvísa arbeiðnum, og kann FÍF eisini staðfesta at luttøkan á dansk/íslendska landsliðnum ikki hevur ávirkan á hennara pláss í elitumenningarætlanini hjá FÍF ella hennara møguleikar fyri at umboða Føroyar í altjóða kappingum sum Oyggjaleikir, DN-Galan Youth osf.

0 comment
0

Related Articles