Home Nýggjastu tíðindi Borgar, Bjørk og Bjarnastein

Borgar, Bjørk og Bjarnastein

by Hallur Holm

Um vikuskiftið hevur nógv renning verið á skránni. Stóra kvinnurenningin var leygardagin, tá eisini Bjørk H. Olsen var í Finnlandi og kappaðist við dansk/íslendska landsliðnum. Sunnudagin var Borgar Biskobstø við í Reykjavík Maraton.

Tað vóru heilar 1070 kvinnur meldaðar til stóru kvinnurenningina, sum fór fram í góðveðrinum leygardagin. Bert tunnilsrenningarnar og ein fólkaheilsurenning hava savnað størri skara.  Og tað var eitt satt fólkahav á Tórsbreyt, har felags upphiting var á skránni, áðrenn startskotið gekk. Fyrst á mál var fyrrverandi landsliðsrennarin Sunniva Bjarnastein, Bragdi,  sum vísti, at enn eru knotur í. Hennar tíð gjørdist 22.54 min. Nr. 2 varð Lone Høeg Bejer úr Klaksvík, sum spurtsigraði Ann Thomsen úr Bragdinum. Teirra tíðir vóru ávikavíst 24.01 og 24.05 min.

Øll úrslitini umframt myndir eru at finna á www.bragdid.fo

Leygardagin skuldi Bjørk Herup Olsen renna 3.000 m í norðurlandakapping fyri ung-landslið. Fýra lið eru við í kappingini. Svøríki, Finnland, Noreg og eitt samansett danskt íslendskt lið, sum Bjørk vegna felag sítt í Danmark, KIF, umboðar. Tvey umboð fyri hvørt liðið eru við í hvørjari kappingargrein, men fyri danska/íslendska liðið var bert Bjørk við. Sostatt vóru tær sjey gentur, sum byrjaðu hesa 3.000 metra kappingina. Hinar seks høvdu allar betri tilmeldingartíðir enn Bjørk.

Og ferðin fyrstu 1000 metrarnar var eisini eitt lítið sindur í meira lagi fyri Bjørk, sum tó valdi at fylgja við. Næstu 1000 metrarnar fór ferðin nakað niður, og Bjørk hevði nú ongar trupulleikar at fylgja við. Men tá 700 metrar restaðu í, eksploderaði feltið, og alt bensinið varð koyrt á bálið. Í hesum langa spurti eydnaðist tað Bjørk at leggja báðar tær finsku genturnar aftur um seg. Men á seinasta hálva metrinum kláraði onnur av teimum at sníkja seg fram um aftur við 9/100 sek. Men so væl varð runnið hjá Bjørk, at hon bøtti sítt gamla føroyska met við tveimum sekundum, so nýggja metið nú er 10.13.68 sek.

Sunnudagin var Reykjavík Maraton runnið, og á startlinjuni stóð FM-vinnarin í maraton 2007, 47 ára gamli Borgar Biskopstø úr Treysti. Og væl gekst í hond. Av teimum í alt 561, ið komu á mál, gjørdist Borgar nr. 9 við tíðini 2.52.38. Merkisvert er, at bert ein íslendingur var frammanfyri Borgar, sum eisini gjørdist nr. tvey í sínum aldursbólki, tveir minuttir aftanfyri ein fransmann.

0 comment
0

Related Articles