Home Nýggjastu tíðindi Borgarhjørt Holm suðurjútskur meistari!

Borgarhjørt Holm suðurjútskur meistari!

by Hallur Holm

Seinasta vikuskiftið var sønderjysk mesterskab í cross hildið. Millum luttakararnar var Borgarhjørt Holm, sum vanliga umbodar Bragdid, tá hon plagar at kappast í Føroyum um sumrarnar.

Tad er bert eitt ár sídani, at Borgarhjørt, sum er 42 ár, vard mamma at tvíburdum. Og tad er heldur ikki fyrr enn hetta seinasta hálva árid, at venjingarstødan er blivin alt betri og betri. Í kappingini, sum var aldursbýtt í K14, K16, K18, K20, K30, K35, K40, K45 o.s.fr, vóru íalt 111 kvinnur tilmeldadar. Og úrslitid gjørdist ikki mætari, enn at Borgarhjørt rann frá øllum, og var greitt fremst, eftir teir næstan 5 kilometrarnar.

Borgarhjørt var vid á oyggjaleikunum á Guernsey í 2003, tá hon setti føroyskt met á 10.000 m og í hálvum maraton akkurát gjørdist ov stutt í spurtinum um bronsuna. Saman vid Rigmor N. Arge vann hon tó  silvur í liðmaraton. Nú verður spennandi at síggja, um formurin verður eins góður sum í 2003. Fyribils sær tað lovandi út!

Úrslitini frá Sønderjysk Cross finnast á www.run2u.dk

0 comment
0

Related Articles