Home Nýggjastu tíðindi Borgarhjørt og Sam vunnu Top Run

Borgarhjørt og Sam vunnu Top Run

by Hallur Holm

Leygardagin var árliga Top Run runnið fyri 13. ferð. Heilar átta ferðir frammanundan hevði Sam Vang vunnið hesa krevjandi renning, sum byrjar í Kollfjarðadali og endar á Sornfelli, ein teinur, sum er umleið 9,8 kilometrar. Aftur í ár stóð Sam Vang á startlinjuni, og varð mettur at vera størsti favorittur á degnum.

Tað var annars Henry Olsen, sum legði seg á odda í byrjanini, og nokk so skjótt vóru hesir báðir einsamallir í oddinum við Niels Poulsen á triðja. Eftir umleið fýra kilometrar, fór Sam Vang frá Henry og rann seg til ein tryggan sigur. Henry Olsen helt væl sítt 2. pláss, meðan Niels mátti kýta seg fyri at halda Regin Zachariassen aftanfyri.

36 ár . So stórur var aldursmunurin á teimum báðum, sum kappaðust um fremsta plássið hjá kvinnunum. Eftir at hava fylgst meginpartin av teininum, var tað 49 ára gamla Borgarhjørt Holm, sum setti eina troytta Mariu Biskpstø av, og fór næstan ein minutt undan henni seinasta kilometurin. Rigmor N. Arge bleiv nummar trý.

Øll úrslitini síggjast á hesi slóðini: https://app.lap.io/event/2015-top-run/results

Fleiri myndir síggjast á hesi slóðini: https://www.facebook.com/media/set/?set=a.1038308459512661.1073741829.150794468264069&type=3


Tey lurta eftir Herlufi beint áðrenn startskotið verður latið av


Henry og Sam hildu undan hinum, áðrenn Sam helt undan Henry og vann sín 9. Top Run sigur!


Bigge rann sítt 13. Top Run. Eins og Tórshavn Marathon, er Bigge hin einasti, sum hevur runnið hvørt eitt einasta Top Run. Tað sæst týðiliga, at hann er populerur hjá sterka kyninum,


Maria Biskopstø á odda hjá kvinnunum, men mátti kortini síggja Borgarhjørt Holm fara undan sær seinasta strekkið. Hans Erland bleiv nummar tvey hjá monnum undir 40 ár.


Roysnið var sera væl mannað leygardagin, og har spurdust eisini heiðursmerki burtur úr. Regin Thomsen vann hjá monnum undir 40 ár og Steingrímur Ranghamar Hansen gjørdist nummar trý. 

0 comment
0

Related Articles