Home Nýggjastu tíðindi Bragdaspírar heim við framúr úrslitum

Bragdaspírar heim við framúr úrslitum

by Hallur Holm

Mánakvøldið kom stóri hópurin hjá Bragdinum heimaftur frá Tårnby Games. Við sær høvdu tey 5 silvur- og 4 bronsumerki umframt fleiri bólkamet og eina ørgrynnu av persónligum metum. Tað vóru serliga tey heilt ungu, sum stóðu seg allarbest. Størsti heiðursmerkjaslúkurin var tann yngsti av øllum. 5 ára Óðin Glerfoss gjørdi um seg í øllum greinunum innan frælsan ítrótt, tá hann vann heili trý silvurmerki. Hesi vann hann á 40 metrum, í longdarlopi og í bóltkasti. Hóast pápin og venjarin hjá honum, Jógvan Glerfoss, bara helt seg til spurtin, kann talan her vera um ein framtíðar 10-kempara – hvør veit.

Óðin 40 m
Óðin Glerfoss rennur 40 metrar – og vann silvur!

Tey sum halda við B36 og plagdu at hyggja eftir fótbólti fyrru helvt av áttati-árunum, tá B36 vanliga rótaði í skeiva endanum og onkuntíð longur niðri, minnast kanska ein lítlan kvikan framherja. Ein, sum hóast hann hevði støddina ímóti sær, kortini var tann, sum B36-fjepparin setti sítt álit á. Og mong vóru tey stigini, sum einsamalli áleyparin Kári Gullfoss bjargaði B36. Hóast bratt er í Føroyum, rullar eplið sjáldan langt frá veltuni. Sonurin Jógvan Gullfoss vann bronsu á 60 metrum og eisini í bóltkasti bleiv tað til bronsu. B36 og H71 sleikja sær óivað um munnvíkarnar av hesum úrslitum, men best er, um hann fær frið at mennast í Bragdinum.

Jógvan Gullfoss heiðursmerki
Jógvan Gullfoss vann bronsu á 60 metrum og í bóltkasti

Tað sær út til, at tað er ein fyrimunur, at hava pápar við rætta arvastreinginum. Tey sum vóru til tær allarfyrstu FM-kapingarnar á Svangaskarði, minnast ivaleyst ein sera bragdligan og evnaríkan vestmenning, sum stóð seg væl serliga á 400 metrum. Í Tårnby var sonur Gunnleiv í Gerðinum við í kappingini á 400 m, og sanniliga um ikki 8 ára gamli Jónas Isaksen vann bronsu, hóast hann kappaðist móti dreingjum, sum eru eitt ár eldri enn hann.

jónas jógvan eiri 400m
Jónas Isaksen vann bronsu á 400 metrum.

Hóast bert 11 ára gamal, hevur Andrias Antoft fyri langari tíð síðani víst dygdir innan spurt. Aftur í ár vann hann heiðursmerki í Tårnby, tá tað bleiv til silvur á 60 metrum. Av teimum eldru var tað serliga Teitur Bjarnastein, sum stóð seg væl. Við persónligum meti uttandura tryggjaði hann sær silvurmerki í kappingini hjá dr. 16-17 ár. Og hjá dreingjum 18-19 ár fekk Regin Joensen bronsu á 100 m. Harumframt kom Regin undir elitukravtíðina hjá FÍF á 300 metrum.

Lesið frásøgn á heimasíðuni hjá Bragdinum á hesi slóðini: http://www.bragdid.fo/?p=3100

Úrslitini frá kappingini síggjast á hesi slóðini: http://test.mars-net.dk/meet/ShowMeet.aspx?MeetId=7163623d-8171-4395-a7a2-823c503eb021

 

0 comment
0

Related Articles