Home Nýggjastu tíðindi Bragdið havt aðalfund

Bragdið havt aðalfund

by Hallur Holm

Í gjárkvøldið var ársaðalfundurin hjá Bragdinum hildin í stóra fundarhølinum hjá ÍSF. Uppmøtingin var á góðari leið; einir 25 limir vóru á fundinum, sum valdi Hilmar Høgenni til fundarstjóra. Formansfrágreiðingin hjá Fríðriki var drúgv og góð. Fríðrikur greiddi frá nógva virkseminum, sum felagið dagliga borðreiðir við, og fegnaðist eisini um, at limatalið er vaksandi, og í dag er um 350 limir. Kassameistarin Niels Jákup Jakobsen legði roknskapin fram. Hesin vísir, at Bragdið eisini er væl rikið felag, tá tað um tað fíggjarliga ræður

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali. Anna Maria Seloy tók við afturvali og er vald næstforkvinna, meðan Michael Feldballe og Niels Jákup Jakobsen ikki tóku við afturvali. Harafturat hevur Árna Helmsdal ynskt at sleppa úr nevndini í úrtíð. Í teirra stað blivu vald Ann Thomsen, Sunniva Bjarnastein og Herluf Jacobsen.

Farandi nevndarlimir hava gjørt gott og drúgvt arbeiði fyri Bragdið. Árna hevur verið eitt snúningspunkt til nógv tiltøk. Michael hevur staðið á odda fyri fleiri nýskapanum í sambandi við tíðtøku, og er eisini maðurin, sum hevur umsitið nýggju chip-tíðtøkuútgerðina. Harafturat hevur hann umsitið og dagført limalistarnar og kravt inn limagjald. Niels Jákup hevur sitið í nevndini í eitt mannaminni. Hann er tó ikki longur burturi, enn at hann varð valdur til tiltakslim.

Nýggju nevndarlimirnir hava longu prógvað, at dugur er í teimum. Ann og Sunniva hava í fleir ár staðið fyri kvinnuvenjingini í felagnum og Herluf hevur eisini ment og styrkt motiónsrenningina hjá monnunum.

Herluf Jakobsen, Anna Maria Seloy, Ann Thomsen, Sunniva Bjarnastein og Fríðrikur Bláhamar
Nýggja nevndin: F.v. Herluf, Anna Maria, Ann, Sunniva, Beinta og Fríðrikur. (Beinta er ikki partur av nevndini)

3 comments
0

Related Articles

3 comments

Gutti 15.02.13 - 13:28

Tillukku við valinum, tøkk fyri gott samstarv og eisini tøkk til fráfarandi nevndarlimir fyri gott samstarv 🙂
Vónandi verður samstarvið eins gott framyvir 🙂

Herluf Jakobsen 15.02.13 - 22:23

Takk Gutti. Jú tað er avgjørt ætlanin at hava gott samstarv. Tað kann jú bara gera gott 🙂

Fríðrikur 19.02.13 - 19:17

Hey Gutti, takk fyri vøkru orðini, jú tað skal ikki standa á finna stevi til gott samstarv:)

Comments are closed.